SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
19. januar 2025
Matarskráin fyri viku 4
17. januar 2025
Grunddeild kvøðir
13. januar 2025
Góðir miðlavanar - foreldrafundur í 4. flokki
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Nykursvísa

Nykurin letur sær klæði skera,
Harra mín –
tí hann vildi ein riddari vera.
Um summarið, tær allir fuglar syngja væl. –


Nykurin gongur í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.


Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.


Elsa lítla smílir undir lín:
„Krist gevi, tann riddari hann var mín!“


Han trådte over skamler en og to:
„Else lille, giv mig tro!


Else lille, troloves mig!
Otte borger giver jeg dig.“


Else lille rækker hånden fra sig:
„jeg giver dig tro og følger dig.“


Der de komme i rosenlund,
da lyster Else lille at hvile en stund.


„Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
hvor ere de borge, du lovede mig?


„Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
fært tú meg, tá hevir tú nógv.“


Elsa lítla lítir seg upp í fjøll:
„Eg meini, tú ert eitt nykartrøll.“


Nykurin leyp í vatnið út –
eftir stóð Elsa (lítla) við sorg og sút.


Nykurin leyp í vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.


Skundaði hon so snarliga heim,
hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein

Januar 2025

Gott nýggjár øll somul
Vit vóna, tit øll eru komin væl inn í nýggja árið.

Í dag er Trettandi, sum verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum.

Vit hava hoyrt og tosað um søgnina um “Kópakonuna”- Kalsoynna og Mikladal. Børnini lurta við stórum áhuga – tað er jú ein sera spennandi søgn. Eisini fóru vit upp á gólv og lærdu okkum stevið.

Dansitíð
Gamalt er, at hendan tíðin verður kallað dansitíðin, sum er fram til føstulávintsmánadag. Í ár er tað 3.mars.

Hesa tíðina fara vit at læra okkum kvæðið "Nykursvísa".

Umfram hesa vísuna, fara vit eisini at læra Stat op Santa Simeon, Veturin kom, Øskudólg, Burtur av heiði, Eg kendi mær ein ríkmann, Kall og svein ungi, Nú liggur ein kavafonn, og Kongaríki í Bábylon. 

Vit ætla upp á gólv hvønn dag.

20. november 2024

Í dag vitjaði kvinnulandsliðið í hondbólti Skúlatrøð

Børnini fingu plakat við autografum á

Føroyskt

Mín lesibók eru smáar lesibøkur, ætlaðar at venja avkodingina og sambandið millum bókstav og ljóð. Endamálið er, at børnini gerast tryggir avkodarar, so at tey megna at lesa vanligan tekst.

Lesiátak

Í viku 44 og 45 skipar skúlin fyri lesiátaki.  Átakið byrjar mikudagin 30. oktober og endar fríggjadagin 8. november. Lisið verður 1. tíma hvønn morgun. 

Í 1. a fara tey at hoyra ymiskar søgur, síðani sleppa tey at lesa/hyggja í myndabøkur.

Foreldraviðtalur


Týsdagin 22. oktober, mikudagin 23. oktober og mikudagin 30. oktober eru tit boðin til foreldraviðtalu.

Vinarliga sendið okkum eini boð hvønn dag og klokkan, tit kunnu koma.

Ber ikki til at møta hesar ásettu tíðir, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum báðar, so finna vit eina aðra tíð.

Elin, tlf. 788306 og Jónfríð, tlf. 743369

 

Týsdagin 22.oktober

kl. 13.30 Karita

kl. 13.45  Lilja

kl. 14.00  Emily

kl. 14.15  Julian

kl. 14.30  Benjamin

kl. 14.45  Oddrunn

kl. 15.00  Sólja

kl. 15.15  Xia

 

Mikudagin 23.oktober

kl. 13.30  Annika S.

kl. 13.45  Malena

kl. 14.00  Lilja Sofía

kl. 14.15  Annika B.

kl. 14.30

kl. 14.45  Vár 

kl. 15.00  Rógvi

kl. 15.15  Karolina

 

Mikudagin 30.oktober

kl. 13.30  Dánial

kl. 13.45  Kári

kl. 14.00  Tára

kl. 14.15  Glóa

kl. 14.30  Jóas

kl. 14.45  Marius

 

Føroyskt

Nú hava næmingarnir fingið sína fyrstu lesibók

Hon er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um.

Í tekstinum eru nógvar endurtøkur. Samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók.

Føroyskt

Vit hava nú lært bókstavirnar á, l, s, í og ó. Vit arbeiða við bókstavunum, seta teir saman og seta onnur ljóð til. Teimum dámar væl, og tey eru sera spent.

Børnini hava “lesi-apuna”, sum tey hava gjørt, við heim (liggur í føroysk-mappuni, ta gulu). Hana fara vit at eisini at brúka til lesing. Tey hava fingïð orðalista fyri til mánadagin.

Kristni

Í kristni hava næmingarnir gjørt hvør sína blómu.

Vit hava valt at síggja næmingin sum eina blómu, sum verður sett í urtagarðin, sum er skúlin. Blóman skal røktast fyri at vaksa og bera ávøkst. Júst so er við sosiala samfelagnum, har næmingarnir í flokkinum hava ábyrgd av at geva hvørjum øðrum ein góðan dag. Blómurnar eru ymiskar, tí júst ymiskleikin gevur eina sterka heild.

27. august 2024

Føroyskt

Í dag hava børnini fingið "Vit skriva, Súlan" við heim.

Her læra børnini at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

Dentur verður lagdur á, at børnini læra at skriva stavirnar rætt frá byrjan, tí tað kann vera sera trupult at rætta skeivleikar, um barnið fyrst hevur tilognað sær ein skeivan skrivihátt.

Minnið barnið á at gera sær ómak :)

16. august 2024

Føroyskt

Børnini hava fingið nýggja bók við heim, sum vit nevna "Súlan" . Í bókini arbeiða børnini við bókstavum og tvíljóðum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein sangur, og á hinari síðuni er ein lættur tekstur, sum er skrivaður upp á rím.

Vit hava arbeitt við bókstavinum "á". Vit hava tosað um, hvussu hann eitur, og hvussu hann ljóðar. Vit hava tosað um ymisk orð við "á" í, og skrivað nøkur á á talvuna. Greitt hevur eisini verið frá, hvar í húsinum á býr, og hvussu á verður skrivað. Vit hava lært okkum sangin “Dukka mín er blá” og sungið hann nakrar ferðir. Eisini hava vit límað orð til mynd í Súlubókina

Í føroyskum brúka vit ofta saks og límstift. Umráðandi er tí, at børnini hava tað við í skúla.

Vinarlliga

Jónfríð Foldbo

Góðu foreldur!


So er tann fyrsta skúlavikan liðug. Hóast nógv er at seta seg inn í hjá børnunum, hevur gingist væl. Børnini hjá tykkum eru bæði fitt og fyrikomandi, og vit hava havt nakrar góðar tímar saman. Vit merkja væl, at tit hava fyrireikað barnið væl til skúlabyrjan.

Hesa vikuna hava vit lært hvønn annan at kenna. Vit  hava vant tey at vera til morgunsang, fara í fríkorter, koma inn tá tað ringir, rudda upp eftir sær, rætta fingurin upp, tosa ein í senn og annað.

Tá ið barnið fer at gera heimaarbeiði, er týdningarmikið, at friður er, og at tað er ein jalig løta.

Ivast tit í onkrum, sendið endiliga eitt sms ella ringið.

Vit síggjast til felags foreldrafundin mikukvøldið 21. august kl. 19.00.

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti.

Vinarliga

Jónfríð Foldbo, tlf. 743369 og Elin Sørensen, tlf 788306