Jólaguðstænasta á Húsum

8. desember 2025

Jólaguðstænasta á Húsum

Í morgun fór 3.a umborð á Sam yvir í Kalsoynna til jólaguðstænastu á Húsum. Vit hava fingið ein tíðindastubba frá teimum.

Í dag 8. desember hevur 3.a verið til guðstænastu á Húsum. Emma Lý, sum býr á Húsum, er í 3.a á Skúlatrøð hvønn hósdag og hevði bjóðað flokkinum til Húsar.

Vit hoyrdu jólaevangeliið og eina góða søgu við góðum boðskapi frá Øssuri presti og sungu vakrar sálmar.

Aftaná fóru vit niðan í skúlan á Húsum, har vit sóu skúlan innan, og hvussu tey ganga í skúla har. Vit fingu eisini okkurt gott at eta og drekka. Vit spældu inni í skúlanum og úti á vøllinum mitt í bygdini. Tíbetur var veðrið betri á Kalsoynni enn í Klaksvík.

Ein góður túrur.