SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
11. januar 2026
Matarskráin fyri viku 3
07. januar 2026
Kærkomin kavahugni
05. januar 2026
Spennandi og læruríkir dagar - evnið var hjartað
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Vit syngja fyri matin

Morgunmatur í 4. fl

12. desembur ótu vit góðan morgunmat, har øll høvdu okkurt við, og so bjóðaðu vit leiðsluni til en góðan bita. Tit síggja, hvussu hugnaligt og gott vit hava tað saman. Vit sungu borðvers, áðrenn vit byrjaðu at eta, tað er ein góður skikkur.

Ambulansaviðgerar vitja 4. flokk

Hugnalig løta 18. desembur

Skótar greiða frá skótalívinum 21 november 2025

Í dag greiddu Olaf, Liam, Jemima og Elisa flokkinum frá skótalívinum. Tey vóru væl fyrireikað, og tað var áhugavert at hoyra tey. Vit lærdu nógv um tað at vera skóti, eisini at gera rættan knút. Vit takka teimum og Hjørdis fyri ein áhugaverdan tíma.

Undranadagar 12-14 novembur 2025

Vit hava havt nakrar góðar og undranarsamar dagar, har vit hava lært nógv fakta um vatn, hvat vatn er, hvat tað verður brúkt til, at tað er lívsneyðugt hjá øllum livandi verum, at tað er samansett av vatnmýlum, at tað er í ævigari ringrás, at tað reagerar ymiskt við onnur evni og mangt mangt annað.

Børnini hava lært nógv og hava eisini undrast, og tey undrast enn. Virkuliga stuttligt at síggja, hvussu forvitin og spent tey hava verið.

Ein góð vika.

Vit kanna lungu, hjørtu og nýru 10.oktober 2025

Varmakeldugarðurin og vit 3.oktober

Mikladalur 12.september 2025