So hava vit fingið summarfrí - við einum braki

18. juni 2026

So kom seinasti skúladagur í skúlaárinum 2025/26, og var hann hildin í besta lagi og veðri.

Næmingarnir møttu kl. 8:00 og vóru í flokshølunum fram til steðgin kl. 9.30. Eftir ein góðan steðg, var innskúlingin boðin til eina livandi sangløtu og mið- og hádeildin til ein fyrilestur hjá Niclas Hera Jakupsson, har hann eggjaði næmingunum at nýta tey talent, tey hava fingið í vøggugávu. 

Tað er virkna næmingaráðið í hádeild, sum hevpi skipað fyri at fáa Niclas Hera at siga nøkur góð orð, sum vit kunnu taka við okkum í summarsteðg.

Eftir hesar felagsløturnar lógu grillaðar pylsur og heitir bollar til allar næmingarnar úti í skúlagarðinum. Røðirnar av næmingum og lærarum vóru langar, men tær styttust skjótt og øll gjørdust mett. 

Dagurin endaði við eini sangløtu inni við Niclas Hera við Dynamit avspæling. Felagssangurin var góður og í góðum lagi var takka fyri dagin og skúlaárið. 

Starvsfólk og leiðsla takka tykkum øllum fyri skúlaárið, og vit gleða okkum at síggja næmingarnar úthvíldar við brúnkaðum kjálkum aftur mikudagin 12. august.