Vika 38 - 2026
Leinkja til ibók
Flestu bøkurnar, sum vit brúka í skúlanum, liggja eisini tøkar her: www.ibok.nam.fo
Tú ritar inn við tínum Officebrúkara (tann, sum endar við @skulin.fo) og í leititeiginum skrivar tú heitið á bókini, tú skalt brúka. Her ber eisini til at lurta eftir tekstinum.
|
5. B |
Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
| 08:00 - 08:45 | Føroyskt SíG | Ítróttur | Føroyskt SíG | Før. SíG/AML | Nát/Tøk SíG/AML |
| 08:45 - 09:30 | Søga SíG |
Ítróttur |
Føroyskt SíG | Støddfr. AML/SíG | Nát/Tøk AML/SíG |
| 09:30 - 09.45 | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter |
| 09:45 - 10:30 |
Enskt SíG |
Støddfrøði AML | Hand/list | Enskt SíG | Før. SíG/AML |
| 10:30 - 10:45 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
| 10:45 - 11:30 | Støddfrøði AML | Støddfrøði AML | Hand/list | Kristni SíG | Støddfr. AML/SíG |
| 11:30 - 11:45 | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter |
| 11:45 - 12:30 | Danskt AML | Danskt AML | Kristni SíG | Danskt AML | Hand/list |
| 12:30 - 13:15 |
|
Søga SíG |
Hand/list | ||
| 14:10 - 14:55 |
|
Kór |
Flokslærarar:
Sonja í Gong: føroyskt, kristni, enskt, søga, náttúra/tøkni og tvílærari í støddfrøði
Anna Maria á Lakjuni: støddfrøði, danskt, náttúra/tøkni, ítróttur og tvílærari í føroyskum
Ítróttur: Hjørdis Hávarsá, Anna Maria á Lakjuni, Emely Tjørná, Carsten W. Andersen og Jákup Jacobsen
Hand/list: Hjørdis Hávarsá, Steintór Rasmussen, Heini Z. Dahl, Margretha N. Hansen, Maria Ziska, Maria Isaksen (y),
Floksmyndir
Árliga floksmyndin hjá okkum varð tikin í dag, fyrsta skúladag í 2026. Nú eru vit longu komin í helvt av 4.flokki, so sigast kann, at tíðin stendur ikki í stað. Niðast síggja tit myndir frá fyrsta skúladegi tá vit komu í skúla. Børnini eru bæði blivin størri og vísari, men líka fitt enn :)
Góðu foreldur
Vit takka tykkum, at tit møttu so fjølment til fundin.
Heilsufrøðingarnir, Elin og Sigrun, høvdu ein fyrilestur um skíggjar. Fyrst varð lýst, hvat sálarlig heilsa er, og tað er at trívast. Men hvat er sálarlig heilsa knýtt at.
- at børn hava eina tætta og góða relatión til síni nærmastu vaksnu
- at tey hava góðar og tættar vinir
- at tey trívast í skúlanum
- at tey hava góðan náttarsvøvn
Kanningar siga, at 16% av 0-9 ár hava sálarligar avbjóðingar. 7 hvørt barn fær eina psykiatriska diagnosu, áðrenn tey fylla 18. Og eitt hækkandi tal av børnum trívast ikki í skúlum.
Nýggjasta granskingin vísir, at minni skíggjatíð (foreldur, ung og børn) verður knýtt at betri sálarligari heilsu hjá børnum og ungum. Eftir bert tveimum vikum við ongum Smart-fartlf. og teldlum, sást at børnini høvdu færri tekin av angist, tristheit, depressión og høvdu færri ósemjur við onnur børn.
Barnaheilin hevur stóran tørv á hvíld, og tað ger hann ikki, tá ið barnið hyggur í skíggja. Heilin er ein vøddi, ið skal haldast við líka.
Børn gerast lætt bundin at skíggjum, tey gerast lættari ill, hava truplari við at vísa uppmerksemi og at hugsavna seg. Eisini stjelur skíggin tíð, har børnini kundu verið úti og spælt. Tilmælt verður, at børn røra seg minst ein tíma um dagin, har ferðin er eitt sindur høg ella høg. Kroppur og heili hanga saman, tí er kropslig rørsla sera týdingarmikil fyri menningina hjá barninum.
Skíggjatilmælið til børn millum 8-10 ár, er í mesta lagi 45- 60 minuttir um dagin
1.b fyrsta skúladag
Góðu tit
Um tit ynskja at biðja barni tykkara frí í fleiri enn tveir dagar, eiga tit at spyrja skúlastjóran um loyvi. Sendið ein teldupost til skulatrod@skulin.fo.