SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
27. juni 2024
Skúlaflokkar góvu stuðul til Team Rynkeby
20. juni 2024
Fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo, skúlastjóra
20. juni 2024
Floksmyndir til próvhandina
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Munnlig próvtøka í føroyskum

 

Mannagongd:

Munnliga próvtøkan varir 25 minuttir, íroknað meting og próvtalsgeving. Eingin tíð er til fyrireiking. Próvtøkan verður skipað við framløgu, upplestri og samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara/próvdómara.

Til próvtøkuna hevur næmingurin við sær:

  • Próvtøkutekstin (ókendi teksturin hann hevur valt)
  • Synopsuna 
  • Upprit/viðmerkingar (notur)
  • Tekstbrotið, sum hann skal lesa upp, og sum hann sjálvur hevur valt.

Tit mugu ikki vera bundin av notum t.v.s. lesa tekst upp. 

Minnist til, at sjálvt um tit bara samanbera beinleiðis við ein kendan tekst, so skulu tit kenna allar í hugdýpingarøkinum.

G.G. Minnist til at møta stundisliga, væl fyrireikaði og fullsvøvnt. Góða eydnu.

 

Vegleiðing til synopsupróvtøkuháttin.pdf 

Her eru nøkur dømi um at vera til próvtøku (video)

 

Hetta eru tíðirnar til próvtøkuna í føroyskum