Skúlaheilsufrøðingar
Skúlaheilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.
Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo.
Heilsufrøðingar við skúlan eru:
Fríðunn Jacobsen, heilsufrøðingur
Telefon: 562393
fridunnj@gigni.fo
Fríðunn hevur samskifti við b og d flokkarnar umframt samskifti við tillagað skúlatilboð í mið- og hádeild, til og við 9. flokk.
Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur
Telefon: 562395
sigrunh@gigni.fo
Sigrun hevur samsakifti við allar a flokkarnar og børn við tillagaðum skúlatilboðið í grunddeildini.
Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur
Telefon: 279991
thorvald@skulin.fo
Thorvald veitir ráðgeving til næmingar, sum eitt tíðarskeið uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann vera um børn, sum hava mist, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, børn við ótta ella lættari tunglyndi.