SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
20. januar 2022
Hvussu nógv sukur er í tí, vit eta?
20. januar 2022
Í dag er pannukakudagur
20. januar 2022
Óførir svimjarar
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Ein heilsan frá heilsusystrunum:

Góðu foreldur og næmingar
Í hesum hugnaligum jólatíðum við jólahugna, ljósum og nissuhúgvum er óbodnir gestir komnir á vitjan. Vit hava hoyrt um bæði børn, ung og vaksin sum hava fingið lýs. Lýsnar trívast í øllum hári - bæði reinum og skitnum, og viðhvørt eru tær so friðaligar at ein ikki kennir skriða. Tí er sera umráðandi at øll kanna fyri lús. Fyri at finna lýsnar er neyðugt at kempa alt hárið við tættukambi. Hárið skal vera vátt og lættast er um balsam er í, tí tá fáa lýsnar ikki flutt seg.
Um tit finna lýs kunnu tit venda tykkum til Apotekið og fáa nærri vegleiðing. Meira kann lesast á heimasíðuni apotek.fo.
Vinarliga Petra Arge Poulsen og Leila Olsen heilsufrøðingar