SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
29. september 2023
Vikan, ið fór - í miðhøllini
27. september 2023
Nýggja næmingaráðið skipað
24. september 2023
Matarskráin vika 39
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Suðurkorea

14/9-23

Túsund takk til Tóru og mostir hennara, Gunnvá, at greiða okkum frá og uppliva eitt sindur av Suðurkorea. Vit sóu myndir av ymiskum, Korea er kent fyri. Vit hoyrdu nakað um landið, lærdu at halda chopsticks og sluppu at smakka sushi.

2.d og 2.b túr út til Taravík

15. juni 2023

 

 

2.d á Kafe Fríða

14. juni 2023

Takk fyri ein góðan túr á Kafé Fríðu. Vit fingu burgara og saft og sluppu at spæla á "skoytubreytuni". Vit hoyrdu eisini spennandi frásøgu um Nólsoyar Páll, og hvussu Kaféin hevur navn eftir bátinum Royndini Fríðu.

Gongutúrur um Áarskarð til Árnafjarðar

13. juni 2023

Ein framúr góður vakur túrur í allar fagrasta veðri. Takk fyri góðu hjálpina tit foreldur :)

Vit súkkla

6. juni 2023

Várbólkurin skipaði fyri hugnaløtu fyri foreldrum og børnum í 2.d. Børnini súkklaðu á súkklubreyt í skúlagarðinum. Síðani súkklaðu tey út til Fjallafípuna, har tey fingu heimabakaðar køkur, saft, te og kaffi. Manga takk tit í várbólkinum fyri eitt vælskipað og hugnaligt kvøld :)

Baka pylsuhorn og læra um brot

Mai 2023

Úti í Grøv

20. apríl 2023

Í góðveðrinum í dag vóru vit úti í Grøv. Børnini vassaðu, hoppaðu band og funnu steinar og marsflugur. Áðrenn farið var aftur til skúlan, ótu vit matpakkan. Ein góður dagur :)

Páskaheilsan

Við hesum myndunum ynskja vit tykkum einar gleðiligar páskir. Vit síggjast aftur 11. apríl

Leikurin Petur Pan

30. mars 2023

Skapandi evnisdagar 22. - 24. mars 2023

Tjaldur, ver vælkomið

Nú eru vit farin í holt við at tekna tjøldur.
Børnunum dámar væl at tekna tjøldur og dvølja við myndirnar. Sigast má, at væl liggur fyri :)

Vit ynskja tykkum ein góðan grækarismessudag 

Føstulávintshald 2023

Ein góður og stuttligur skúladagur hjá 2. d. Manga takk Heri fyri leskiligar føstulávintsbollar :) Marianna og Elias Fríði blivu kattakongar. Fleiri myndir av kvøðingini og føstulávintshaldinum eru omanfyri undir "Kvæðadagur 2023" og "Spennandi grýlur, pottasláing og góðir bollar"

Ane Grethe og Karina i starvslæru hjá 2.d januar og februar 2023

Standa á skoytum á Biskupstorgi desembur 2022

 

 

Vit prýða konglar

1000 takk Ella og Jona (mamma Ellu) fyri, at tit hava samlað konglar til flokkin og "bakað" teir í ovninum. Vit hava hugnað okkum við at gera jólaprýði burtur úr konglunum, og næmingarnar vóru sera hugaligir. Føturnir til "jólatrøðini" eru gjørdir úr eini grein, sum ein næmingur hevur funnið :)

Børnini í 2.d eru sera fitt, hjálpsom og góð við hvønn annan. Hetta er sera gott fyri teirra trivnað og læring í skúlanum. Takk til tykkum foreldur fyri at hava lagt nógv gott niður í børn tykkara. Vit gleða okkum til ein hugnaligan desemburmánaða saman :)

Undranardagar 2. - 4. november 2022

Klaksvíkar skúlin fylti 150 ár 1. november. Vit hava undrast á, hvussu tað var at ganga í skúla fyrr í tíðini og í dag.

Høsnagarðurin hjá Emil

28. oktober 2022

Í dag gekk leiðin hjá 2.d heim til Emil í Ánunum. Emil og tey eiga ein stóran høsnagarð; og í dag skuldu 5 hønur drepast. Børnini hugdu, meðan mamma Emil drap hønurnar við øks. Síðani sluppu børnini at royta fjaðrarnar av hønunum. Men fyrst skuldu tær dyppast í kókandi vatn, so tað var lættari at royta. Mamma Emil skar innvølin úr og greiddi børnunum so væl frá, hvussu alt eitur. Áðrenn farið varð heim til skúlan, fingu vit góða heita høsnasuppu, flutes og saft. Vit takka mammu Emil fyri ein góðan og læruríkan dag - og manga takk fyri suppu :)

Á fjall

7. oktober 2022

Fríggjadagin fyri heystfrítíðina var farið á fjall fyri heiman í Gerðum. Páparnir hjá Hansinu og Louis í 2.d vóru á fjalli. Omma Hansinu greiddi flokkinum frá, hvussu alt gekk fyri seg, og nær flokkurin skuldi verða klárur at reka seyðin. Abbi Louis var so beinasamur at koyra okkum niðan til rættina. Flokkurin hjálpti til at reka seyðin í rættina, og tey vóru sera røsk. Vit ótu matpakkarnar uttan fyri Fjallafípuna. Omma Hansinu og mamma Louis bjóðaðu flokkinum sunkist aftur við matpakkanum. Tað kom væl við. Áðrenn farið var í skúla, fingu øll ein slikkipinn hvør frá Hansinu og Louis. Vit takka fyri blíðskapin, og at vit sluppu at vera við til at reka seyðin í rætt :)

Taka upp eplir

Fríggjardagin 16. septembur tóku vit eplir upp, sum vit settu niður í heyst. Undir onkrum slokki vóru 19 eplir. Tað var ordiliga stuttligt. Vit tóku eisini matpakkarnar við og ótu úti. Hetta eydnaðist sera væl, hóast summarið er av, og kuldin merkist.

út í Grøv at henta blómur

9. september 2022

Fríggjadagin spákaðu vit okkum ein túr út í Grøv at henta blómur. Hóast vit eru komin til heystið, vóru nógvar vakrar og litfagrar blómur at finna. Á túrinum kundu næmingarnir eisini læra at njóta við sansunum: luktin, ymisk ljóð og síggja tað vakra í náttúruni. Hetta skapar forvitni hjá næmigunum og letur eyguni upp fyri tí, teir kanska ikki enn hava givið sær far um.

Blómurnar eru nú í skúlastovuni, har næmingarnir hava lagt tær millum bøkur at pressa. Spennandi verður at síggja, hvussu tær fara síggja út í næstu viku.

Tónlistaskúlin á vitjan

24/8-22

Trivnaðardagur

Tað var hugaligt at síggja næmingarnar aftur :)

Nú byrja vit eitt nýtt, spennandi og læruríkt skúlaár. Tað gleða vit okkum til.

Í morgun hava vit í felag gjørt skilhaldsreglur fyri flokkin, hvat vit í felag kunnu gera, so øll fáa ein góðan skúladag. Næmingarnir fingu síðani hvør sín putlibrikk, sum tey skuldu lita og so seta saman til eitt putlispæl. Á hendan hátt eru øll í flokkinum við til at vísa, at saman eru vit ein fjølbroytt eind.

Vit gingu okkum eisini ein túr út á kajina, har Sjómannadagarnir eru byrjaðir. Vit sóu millum annað hemarar og tunfisk.

Gott vikuskifti og góðar Sjómannadagar :)

Rita navn títt mær í hjarta

Apríl 2022

Í kristni hevur flokkurin lært sálmin "Rita navn títt mær í hjarta". Børnini hava litað 8 hjartamyndir, sum vísa í myndum sálmin, klipt hjørtuni út og sett tey í ein lyklaring í rættari raðfylgju. Lyklaringurin verður brúktur soleiðis, at tey betur skilja innihaldið og læra sangin uttanat. Tey hava fingið lyklaringin við heim.

Gongutúrur niðan á Klakk 16. juni

Uppi á Klakki 16.juni

1. skúladagur

Blómubinding

10. juni 2022

Mitt í vøkru náttúruni á Viðareiði lærdi Jóna (mamma Ellu) 1.d at binda blómukransar. Tað var sera hugtakandi og læruríkt. Børnini vóru ágrýtin og væl kom burturúr. Takk fyri tit foreldur ið koyrdu og hjálptu til. Tað er so hugaligt, tá tit eisini eru ein partur av arbeiðinum

Fjøran

Heimstaðarlæra mai 2022

Starabúrið

6. mai 2022

Í dag vitjaðu vit Starabúrið, sum omman og abbin hjá Victori eiga. Børnini sungu 5 sangir. Tað ljóðaði sera væl :) Flokkurin undraðist, hví sendingin eitur "Starabúrið". Anton fekk høvi at seta Victori hendan spurning. Aftaná fingu børnini sunkist, keks og frukt. Hetta var ein sera góð og lærurík løta Vit takka Victori og og Gunnleyg fyri blíðskapin :)

Eplavelta

29. apríl 2022

Í góðveðrinum í dag settu vit nøkur epli niður. Børnini vóru hugagóð, røsk og forvitin. Vit gleða okkum til í heyst at síggja, hvussu hilnast.

Páskaheilsan

Góðu foreldur!

Nú fara vit skjótt undir síðsta fjórðing av skúlaárinum, og vit vóna, at ágrýtnið til læring hjá børnunum heldur áfram, og at stuðulin frá tykkum framvegis verður líka góður, tí uttan tykkum foreldur megna børnini lítið :)

Við hesum myndunum ynskja vit tykkum einar gleðiligar páskir. Vit síggjast aftur 19. apríl

Á bókasavninum

Mikudagin var 1.d boðin niðan í bókasavnið. Bergur, skúlabókavørðurin, segði frá søguni um Storm – Stinu, sum býr hjá abbanum úti á einari oyggj í svenska skerjagarðinum. Best dámar Stinu storm og brim. Tað er stuttligt og ræðuligt í senn - men tað besta av øllum er, at Stina sleppur frá at vera einsamøll í storminum.

Aftan á søguna greiddi Bergur flokkinum frá, hvørjar bøkur 1. flokkur kann læna. Og so sluppu tey sjálvandi at velja sær eina bók at hygggja og lesa í. Ein góð lesiløta :)

Kvæðadagur

Ein góður og stuttligur skúladagur hjá 1. d. Manga takk Hansina og Aron fyri leskiligar føstulávintsbollar :) Fleiri myndir av kvøðingini eru omanfyri undir "Føroyskur dansur á tímatalvuni í dag"

Takk til Petra og Pilunnguaq, læraralesandi úr Nuuk

19/2-2022

Kóka suppu úti í Grøv

Í góðveðrinum fríggjadagin vóru vit úti í Grøv og kókaðu suppu við stormkøki.

Veðrið var gott, tí valdu vit at vera úti ein part av skúladegnum.

Børnini hugnaður sær óført, og væl gagnaðist suppan,sum tey sjálvi vóru við til at gera :)

1.d á skoytubreytuni

Sjálvt um tað var kalt og vátt, stuttleikaðu tey sær óført á skoytubreytuni :)

Í dag hava vit lært tvey nýggj orð: minnisvarði og malagrót. Og bæði byrja við M :)