SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
19. juni 2025
Gloymd klæðir
19. juni 2025
So var summarfrí!
18. juni 2025
Próvhandan 2025
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Útferð til Viðareiðis

18. juni 2025

Í dag hava vit vitjað Leitisgarð, sum mostir Jóannes Nikolas eigur. Har var sera hugnaligt, og børnini stuttleikaðu sær.

Síðani vitjaðu vit fjósið. Spennandi var at síggja stóru neytini og fittu kálvarnar.

Norðlýsið

17. juni 2025

Í dag hava vit vitjað Norðlýsið. Inni á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, nordlysid.fo er ein grein og ein mynd av flokkinum. Vit takka Jóhan fyri at taka væl í móti flokkinum og góðan blíðskap.

Túrur niðan á Klakk

16. juni 2025

Ein sera góður túrur. Børnini vóru so røsk at ganga. Ein væleydnaður túrur.

Meksiko

13. Juni 2025

Hansy (mamma Joy) vitjaði 1.a og greiddi okkum frá um Meksiko.

Í dag lærdu vit nógv um Meksiko, har Joy og hennara familja búgva. Tey fara heim aftur í august.

Hansy vísti okkum á Google earth hvussu langt burturi tað er, og hvussu lítlar Føroyar eru í mun til Meksiko. Vit sóu nógvar spennandi myndir og nøkur filmsbrot og hoyrdu um, hvussu lívið er í Meksiko. Har kan regna ógvuliga illa, men har er eisini turt í fleiri mánaðir. Vit hoyrdu um matin hjá teimum. Millum annað eta tey nógv mais, og elska at koyra lime og kili upp á næstan alt.

Tey halda tjóðarhátíð á hvørjum ári, har kvinnurnar eru í vøkrum kjólum. Vit sóu eisini, hvussu tey dansa. Tá børnini verða 15 ár, er tað nakað helt serligt fyri tey, og genturnar verða pyntaðar næstan sum prinsessur. Vit sóu filmsbrot og hoyrdu um, hvussu tey sláa piñata. Vit lærdu, at i Meksiko tosa tey spanskt ,og hava tey ein bókstav ñ sum vit ikki hava, men ljóðar 'nja'.

Joy fortaldi okkum um, hvussu tey samlast leygardagar og hava bíbliusøgu og bíbliuvers. Hon segði okkum Joh. 3:16 á sponskum.

At enda vóru spurningar, og vit sluppu at smakka skornar agurkur við lime og kilikrydd. Hetta var alt ordiliga áhugavert og væl greitt frá.

Vit í 1.a siga stóra takk fyri.

Úti í góðveðrinum

19. mai 2025

Tey vassaðu, spældu á sandinum og fangaðu fliður, gággur og krabbar

Gandafloytan

Mai 2025

List í barnahædd

Apríl 2025

Baden Powell

April 2025

Í kristni hava vit havt um sálmin "Upp alt í Harrin hevur gjørt", sum Brorson hevur yrkt. Sálmurin er ein tøkk til Gud, um alt tað vakra, hann hevur skapt. Sálmurin lýsir Guds stórleika í náttúruni. Hetta er fyri yrkjaran eitt stórt undur. Gud hevur skapt náttúruna og sett menniskjuni at verja hana. Hvussu verður hetta gjørt? Uppgávan er at verja náttúruna, tí hon er grundarlagið fyri øllum lívi - menniskjum, dýrum, plantum og øðrum livandi skapningum, og at vit læra at vera umhugsin og vísa náttúruni fyrilit.

Ein teirra, sum arbeiddi fyri hesum endamáli og vildi, at hetta skuldi síggjast í verki, var Baden Powell.

Hósdagin høvdu vit vitjan av Jørmund Foldbo, sum er ein royndur skóti. Hann greiddi børnunum frá um Baden Powell, sum stovnaði skótarørsluna. Eisini greiddi hann frá um, hvat skótarnir standa fyri og um skótalívið.

Við hesum myndum takka vit fyri vitjanina

Páskaheilsan

Apríl 2025

Við hesum myndunum ynskja vit tykkum einar gleðiligar páskir. Vit síggjast aftur týsdagin 22. apríl

Sjónleikurin Gummi-Tarsan

Apríl 2025

Bókasavnskunning

Mars 2025

Skapandi evnisdagar

Mars 2025

Vit hava havt tríggjar læruríkar dagar, um rúmdina. Vit hava lært um gongustjørnur og gjørt okkara egnu rúmdarveru.

Tjaldur, ver vælkomið

Nú eru vit farin í holt við at tekna tjøldur.
Børnunum dámar væl at tekna tjøldur og dvølja við myndirnar. Sigast má, at væl liggur fyri :)

Vit ynskja tykkum ein góðan grækarismessudag 

Føstulávintshald 2025

Ein góður og stuttligur skúladagur hjá 1.a Kári og Rógvi blivu kattakongar.

Eingin myndasøvn

1. a á skoytubreytini

31. januar 2025

Ein hugnaligur dagur á skoytubreytuni.

Tey stuttleikaðu sær óført  :)

Lyklaring

27. januar 2025

Í dag hava børnini fingið lyklaring við heim, sum tey hava gjørt í evning

Ævintýraferðin

13. januar 2025

Góð og lærurík løta við Dánjal og Búa, sum framførdu Ævintýraferðin 2025 - Romeo og Julia

Jólini 2024

Vit prýða floksstovuna

28.11.2024

Undranardagar november 2024

Føroyar - Norðoyggjar

"Kallur og kona sótu við borð av viði og ótu svín og fugl."

Vit hava havt tríggjar góðar og læruríkar dagar um Føroyar - Norðoyggjar. Børnini hava verið sera hugagóð og arbeiðssom. Á myndunum síggja tit ein part av tí, vit hava arbeitt við.

Annars takk fyri ein væl skipaðan lummalyktatúr hóskvøldið :)

Tað var hugnaligt at ferðast millum trøini saman við tykkum og tykkara fittu børnum. Deiligt at fáa heitt kakao og bollar við góðum práti aftan á túrin.

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti :)

Vinaliga

Elin og Jónfríð

Góðu foreldur

8. oktobur 2024

Nú er skúlagongdin hjá tykkara børnum komin væl frá byrjan, Børnini skulu hava sína fyrstu frítíð frá skúlanum, nú heystið stendur fyri framman.

Tit eiga sera røsk og hugagóð børn, og tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv tey megna at læra, og alt tey longu hava tikið til sín.

Nú fáa tey eina tiltrongda fríviku. Og so kunnu tey gleða seg at koma úthvíld aftur í skúla :)

Vit gleða okkum at byrja aftur eftir heystfrítíðina, og vilja við hesum myndum takka fyri hesar 2 mánaðirnar.

Tá ið vit byrja aftur, verða sum kunnugt foreldraviðtalur, har vit práta saman um gongdina hjá tykkara barni. Tíðirnar síggja tit inni á “Kunning”.

Vit ynskja børnunum góða heystfrítíð.

Jónfríð og Elin

Klaksvíkar Tónlistaskúli vitjar 1.a

28. august 2024

Kóka suppu úti í Grøv

26. august 2024

Í góðveðrinum mánadagin vóru vit úti í Grøv og kókaðu suppu við stormkøki.

Veðrið var gott, tí valdu vit at vera úti ein part av skúladegnum.

Børnini hugnaðu sær

Fyrsti skúladagur