Yngra skúlakórið í Christianskirkjuni 2. sunnudag í advent

7. desember 2025

Í dag, 2. sunnudag í advent, sang yngra skúlakórið til familjugudstænastu í Christianskirkjuni.

Skúlakórið venur hvønn hósdag gjøgnum árið og er úti í býnum og syngur til ymisk høvi á stovnum og til tiltøk. Í jólamánaðinum syngja tey meir enn vanligt og í dag vóru tey so til familjugudstænastu í Christianskirkjuni. 

Vit hava deilt leinkið, sum liggur á facebooksíðuni hjá Christianskirkjuni, so tit kunnu síggja tey her