SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
20. januar 2026
Kvøldarlesing í skúlanum
20. januar 2026
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks næmingar
19. januar 2026
26. januar er skúlin stongdur vegna starvsfólkadag.
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Kunning 1. Ð

Bókstavakanning

Tað hevur týdning, at næmingarnir læra bókstavirnar skjótt, og tí hevði verið gott, um tit sum foreldur tosa við børnini um bókstavirnar. Um tey ikki duga teir, sum vit hava lært, so er at gera eyka nógv burturúr. Her er okkurt, sum tit kunnu gera:

  • Sig bókstavanøvnini saman við barninum.
  • Finn t.d. orð, sum byrja við bókstavinum (sig bókstavin og ljóðið)
  • Far á bókstavaveiðu, t.d. á mjólkapakkum á borðinum, í bókum, nummarplátum, bløðum ella plakatum. Vís teimum t.d. bókstavin ó, sig hann, og far so og leita. Ger tað sama við hinar bókstavirnar.

At læra bókstavir

Fyri tíðina læra vit ein bókstav um vikuna. 

At læra bókstavir merkir, at næmingarnir skulu duga at siga, hvussu hvør bókstavur eitur, og at siga, hvussu hann ljóðar. Tey skulu eisini læra at kenna ljóðini aftur í einum orði, um ljóðið er fyrst, mitt/inni í, ella síðst.

Harafturat skulu tey læra at finna hann millum aðrar bókstavar og duga at skriva hann.

Tað er tað, vit arbeiða við í skúlanum, men tit kunnu eisini royna at fylgja við heima, um nú barn tykkara kennir bókstavarnir, sum vit hava havt. Teir, vit hava havt er, Áá, Ss, Ll, Íí, Óó, Tt, Ii, Bb, Ee, Gg, Nn, Rr, Hh, Úú og Mm

Jú skjótari barnið dugir bókstavarnar, jú skjótari hevur tað møguleika at koma at lesa. :)