Skúlaheilsufrøðingar
Skúlaheilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.
Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo.
Heilsufrøðingar við skúlan eru:
Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur
Telefon: 562395
sigrunh@gigni.fo
Sigrun er at hitta mánadag klokkan 8-16, týsdag klokkan 8-14.30, mikudag og hósdag klokkan 8-14.
Elin Stakksund, heilsufrøðingur
Telefon: 562373
Elin er at hitta mánadag, týsdag og hósdag klokkan 8-16
Sigrun er heilsufrøðingur hjá A flokkum, gentum í D flokkum, og dreingjum í Ð flokkum. Elin er heilsufrøðingur hjá B flokkum, dreingjum í D flokkum og gentum í Ð flokkum. Sigrun og Elin eru báðar heilsufrøðingar á serbreytini.
Allir heilsufrøðingar í Føroyum eru skipaðir undir stovninum: Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung – ið er eitt tilboð til allar barnafamiljur.
Heilsufrøðingurin á skúlanum ger funktiónskanningar og hevur persónligar samrøður, bólkasamrøður, floksundirvísing og foreldraviðtalur.
Næmingar, foreldur og lærarar eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri, um tey eru í iva um eitthvørt viðvíkjandi heilsu, trivnaði og menning.
Arbeitt verður eftir Løgtingslóg nr. 63 frá 17.05.05
Vitja heimasíðuna hjá Gigni