Meginreglur fyri umsjón av næmingum á Skúlatrøð

Endamál

  • At næmingarnir kenna seg tryggar
  • At næmingarnir altíð hava ein vaksnan at venda sær til
  • At skapa trivna og virðing millum næmingarnar
  • At fyribyrgja happing
  • At gingið verður væl um ognir skúlans
  • At ognir hjá øðrum fáa frið

Reglur

  • Skúlin hevur umsjón við næmingunum á skúlans øki og byrjar umsjónin 10 min. áðrenn skúlatíð og endar 10 min. eftir seinasta undirvísingartíma.
  • Tann einstaki lærarin/námsfrøðingurin hevur umsjón við næmingunum í tímunum.
  • Tann lærari, sum hevur flokkin 4. tíma, hevur eisini umsjón við næmingunum í matarsteðginum frá kl. 11:15 til 11:30.
  • Tá ið undirvísing fer fram uttanfyri skúlans øki, hava viðkomandi lærarar umsjón við næmingunum, eisini meðan teir ferðast millum hølini/økini.
  • Leiðslan ger yvirlit yvir umsjónina í fríkorterunum.
  • Um lærari ikki er í skúla, hevur møguligur vikarur skyldu at halda garðvaktina, um hon liggur beint eftir tíman.
  • Hvør lærari fær sín flokk út í fríkorter eftir tíma.
  • Næmingarnir skulu verða á skúlans øki í skúlatíðini, um ikki annað er avtalað við starvsfólk skúlans.
  • Leiðslan ger av, hvørjir árgangir hava inniloyvi í fríkorterunum.
  • Um veðrið er sera vánaligt, kunnu næmingarnir tó fáa loyvi at verða inni. Leiðslan tekur støðu til hetta.
  • Vit ganga friðarliga inni í skúlanum
  • Alt spæl inni og úti skal ikki verða øðrum til ampa
  • Bóltspøl skulu einans spælast uttandurða
  • Tað er ikki loyvt at súkkla, standa á rulluskoytum, rennifjøl ella tílíkum í skúlatíðini á skúlaøkinum.

 

Víst verður eisini til kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Skúlastýrið á Skúlatrøð tann 3. februar 2016