Norðurlendsk bókasavnsvika 2020

Í dag 16. novembur var norðurlendskur bókasavnsdagur á Skúlatrøð. Tað var 3. flokkur, sum kom at hoyra søguna og síggja myndirnar í bókini Øll telja við.

So lívsjáttandi at uppliva, hvussu vakin og forvitin børnini eru í hesum aldrinum. Tey løgdu merki til minstu smálutirnar á myndunum, so tað var rættiliga nógv at tosa um.

Hendan bókin er yðjandi full av fólki.

Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman.

Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og hevur gløgg eygu. Og hyggur tú ordiliga væl, finnur tú kanska teg sjálva/n,

Ein væleydnað vitjan av avbera fittum, vaknum og gløggum næmingum.