Meginreglur fyri telefonnýtslu á Skúlatrøð 

Á Skúlatrøð leggja vit dent á at venja næmingar við góðan telefonsið og uppaling í einum talgildum heimi. Tað er alment kunnugt, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Tí hava vit ásett meginreglur viðvíkjandi nýtslu av telefon. Niðanfyri standa meginreglur skúlans um telefonnýtslu:

Endamál:

  • At telefonir ikki órógva undirvísingina 
  • At áseta møguliga nýtslu í undirvísingini 
  • At tálma happing á netinum 

Hesar reglur eru galdandi viðvíkjandi telefonnýtslu: 
  

1.-3. flokkur
Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon vera sløkt og goymd burtur, bæði í tíma og fríkorteri 
Um næmingur skal nýta telefonina til eitthvørt, skal hetta avtalast við starvsfólk skúlans. 


4.- 6. flokkur 
Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon vera sløkt og goymd burtur, bæði í tíma og fríkorteri. 
Um næmingur skal nýta telefonina til eitthvørt, skal hetta avtalast við starvsfólk skúlans. 


7.- 9. flokkur
Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal hon setast í flogstøðu og leggjast í eitt telefonskáp. 
Um næmingur skal nýta telefonina til eitthvørt í tímunum, skal hetta verða eftir avtalu við starvsfólk skúlans. Tá hevur viðkomandi starvsfólk eisini ábyrgd av at samla telefonirnar innaftur. 


10. flokkur 
Starvsfólk á Valskúlinanum áseta, í samráð við leiðslu skúlans, serstakar reglur fyri 10. flokk.  
Tá ið 10. flokkur er á Skúlatrøð, eru somu reglur galdandi fyri tey, sum fyri 4. - 6. flokk.  


Atgerðir
Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana. 
 
 
Skrivstovuna á Skúlatrøð – tlf. 410200 
Skúlastjóra, Jónleif Johannesen, - tlf. 780202 

Hesar meginreglur eru samtyktar á fundi í skúlastýrinum tann 03.01.25