Søgan
Um Klaksvíkar skúlasøgu verður í heilt stuttum greitt soleiðis frá:
Í 1833 varð skúli bygdur í Gerðum, sunnanfyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í Gerðum”, men longu í 1848 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður. Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini lántari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina (við KFUM), og verður hann tí vanliga nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.
Í 1894 verður ein nýggjur skúli (í dag nevndur Gamli Skúli) tikin í nýtslu og skúlin við skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í hesum skúlanum vóru 2 skúlastovur og íbúðir til 1. læraran og ein annan lærara.
Í 1924 verður Nýggi Skúli á Skúlatrøð, sum í dag - kanska eitt sindur misvísandi - verður nevndur Skúlin á Ziskatrøð, tikin í nýtslu. Hesin skúlin hevði upprunaliga 4 skúlastovur. Í 1935 varð niðara síða á skúlanum reist og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til millum- og realskúlan.
Í 1939 varð fimleikarahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.
Í 1957-1961 varð bygd saman millum fimleikarahøllina og Nýggja Skúla, soleiðis at bygningurin kom at síggja á leið soleiðis út, sum hann sær út framvegis. Við hesi útbyggingini fekk skúlin 13 skúlastovur afturat umframt 3 stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á undirvísingarhølum var 29.
Í 1972 stóð serskúlin - millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla - sum umframt tvær skúlastovur hevði sangstovu, evningstovu, verkstaðir til træ- og metalsmíð, 2 fimleikarhallir og tannlæknastovu, liðugur.
Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna (sum stendur á Ziskatrøð) liðugur. Hann hevði upprunaliga 10 skúlastovur.
Í 1979 varð hann víðkaður við 5 stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist sjálvstøðugur 1979, meðan tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.
Annars kann sigast, at KÍ-høllin og svimjihøllin eisini hoyra uppí skúlabygningar, tí tá ið hesir bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í 1968 og svimjihøllin í 1974.
Plásstrot eyðkendi eisini skúlaøkið í nøkur ár, og tá hevði Skúlin við Ósánna skúlastovur upp á Brekku frá 1981 til 1993. Tá ið Skúlin við Ósánna varð tikin niður fyri at byggja nýtt í 2008, fóru næmingar aftur niðan á Brekku, og tá vóru eisini skúlastovur í Gamla Tekniska skúla til 2011.
Sostatt vóru gingin umleið 35 ár frá seinastu skúlabygging í Klaksvík, til vit á vári í 2008 vóru vitni til, at Skúlin við Ósánna fyri ein stóran part er tikin niður og nýggjur skúli bygdur.
Tann parturin av skúlanum, sum var vígdur í 2011, var 2200 fermetrar til víddar, og víðari byggingin fevndi um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin var 3100 fermetrar til støddar, 18 skúlastovur, 5 serstovur. Tær tríggjar hallirnar verða brúktar til: 1) Innskúlingina 2) miðskúlan og 3) framhaldsdeildina.
Í oktober 2010 varð soppur staðfestur í Gamla skúla (frá 1924) og í juli 2011 bleiv hesin rivin niður.
Klaksvíkar Býráð samtykti í apríl 2014 at leggja fólkaskúlarnar í Klaksvík saman til ein skúla við felags leiðslu við fýra varaskúlastjórum. Hesir skuldu hava námsfrøðiliga ábyrgd av hvør sínari deild - grunddeild, miðdeild, hádeild og valskúlan, sum er 10. flokkarnir.
Sett varð samstundis út í kortið, at samanlagdi skúlin skuldi byggjast út. Navna- og búmerkjakapping til samanlagda fólkaskúlan í Klaksvík varð útskrivað og skúlin fekk navnið á Skúlatrøð.
30. mai 2020, sum var júst tíggjur ár eftir, at nýggi Skúlin við Ósánna varð vígdur 24. apríl 2010, varð samanbygdi skúlin á Skúlatrøð, sum er 1. byggistig av trimum, vígdur. Fyrsta byggistig fevnir um skúlabygningin við skúlastovum og felagshølum, umframt skúlagarð.