Starvslæra!
Fyrstu tvær vikurnar í februar 2027 skulu tit í starvslæru. Latið ynskini inn við at klikkja á leinkið niðanfyri í seinasta lagi 9. sept. 2026
Vinaliga
Skúlavegleiðararnir
Vika 38 - 2026
Samrøður við næmingar í 9. flokki
Góðu foreldur, verjar og næmingar!
Komandi tíðina við byrjan í august 2026 verða næmingar í 9. flokki bjóðaðir til einstaklingasamrøðu hjá heilsufrøðingi.
Eisini verður mint á HPV koppingarevnið, sum Føroya Heilsustýrið viðmælir øllum ungum, tað vil siga bæði gentum og dreingjum. Koppsetingin fæst við at seta seg í samband við kommunulæknan og er ein ókeypis koppseting.
Í faldaranum, sum her er viðfestur, fæst kunning um koppsetingina.
Vinarliga
Sigrun, heilsufrøðingur
Les meira um heilsufrøðingin á Skúlatrøð her.
| 9.D | Mánadag | Týsdag | Mikudag | Hósdag | Fríggjadag |
| 08:00-08:45 | Søga | Lívfrøði | Samfelagsfrøði | Ítróttur | Landalæra |
| 08:45-09:30 | Søga | Lívfrøði | Samfelagsfrøði | Ítróttur | Landalæra |
| 09:45-10:30 | Føroyskt | Føroykst | Føroyskt | Kristni | Støddfrøði |
| 10:30-11:15 | Føroyskt | Føroykst | Støddfrøði | Kristni | Støddfrøði |
| 11:15-11:35 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
| 11:45-12:30 | Alis- og evnafr. | Enskt | Danskt | Støddfrøði | Danskt |
| 12:30-13:15 | Alis- og evnafr. | Enskt | Danskt | Støddfrøði | Danskt |
| 13:25-14:10 |
Týskt |
Sjóvinna | Enskt | Týskt | |
| 14:10-14:55 | Týskt | Sjóvinna |
Torfinnur Hentze, flokslærari - støddfrøði og samfelagsfrøði
Tóra við Keldu, flokslærari - føroyskt og enskt
Tina Purkhús - danskt
Sanna Akurstein - lívfrøði og landafrøði
Durid Færø - kristni
Steintór Rasmussen - søga
Maria Isaksen - týskt
Eyðstein Poulsen - sjóvinna
Eyðbjørn Jacobsen og Maria Norðoy - alis- og evnafrøði
Takk fyri ein góðan dag á Viðareiði í dag. Fleiri myndir er undir ´løtumyndir´.
Hygg her! Kunning um broyting um fráboðan um fráveru.
Eftir páskir verður frávera hjá næmingum fráboðað á heimasíðu skúlans. Tit fara inn á heim og skúli og síðani inn á fráboðan um fráveru. Har útfylla tit teigarnar og senda skúlanum boðini.
Leinkja: Fráboðan um fráveru - Skúlatrøð
Ein góð skoytiløta :)
Áheitan
Vinarliga boða flokslærara frá við einum sms boðum, um næmingur ikki hevur telefonina við í skúla.
Ársætlan/kalendari hjá 8.d
Ársætlan fyri flokkin sæst við at klikkja á leinkjuna niðanfyri. Ársætlanin verður dagført so hvørt sum tiltøk o.a. koma á skrá.
Ársætlan
Minnist til at hava við til støddfrøði
Blýantar, linjál, rokniblokk A4, passara, vinkulmátara og lummaroknara.
Telefonir liggja í skápinum
So eru nøvn komin á klivarnar í telefonskápinum. Her liggja telefonirnar trygt, meðan næmingarnir eru í skúla. Tær skulu leggjast í skápið kl. 8.00 og vit notera, hvør er í skúla eftir hvørjar telefonir eru í skápinum. Er tað næmingur, sum ikki hevur telefon við í skúla, so vilja vit vita hetta framman undan.
Her stendur meiri at lesa
HPV-koppseting
Føroyska heilsustýrið viðmælir øllum børnum og ungum frá 12 ára aldur og eldri at verða koppsett fyri HPV, tvs. bæði gentur og dreingir.
Koppsetingin fæst við at seta seg í samband við kommunulæknan og er ein ókeypis koppseting. Í faldaranum fæst kunning um hesa koppseting. faldari_hpv_m65 (1).pdf
Vinarliga,
Elin og Sigrun, heilsufrøðingar