SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
20. desember 2024
Ein jólaheilsan frá 1.a
20. desember 2024
Jólaguðstænasta
19. desember 2024
Myrna Lind Jacobsen sett sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Fyrisøgn 7b

Eg ætlaði mær júst at fara at leita, tá ið mamma kom inn.

Hon segði mær, at Jóhan hevði koyrt á kettuna.

Pápi var farin til djóralækna við henni.

Mamma segði, at eg ikki skuldi vera keddur,

tí kettan hevði ikki fingið so stóran skaða.

Fyrisøgn 7a

Eg eiti Janus og búgvi í Klaksvík.

Eg eigi eina kettu, sum eitur Kiskan.

Hon er so fitt, og eg eri ógvuliga góður við hana.

Eg ansi altíð væl eftir henni, men ein dagin,

tá ið eg kom úr skúla, var eingin ketta inni hjá okkum.

Eg rópti, men eingin ketta kom ímóti mær.

Fyrisøgn 6b

Vit hava keypt eina rúgvu av ballónum at geva børnunum.

Fyrst fara vit at spæla eitt spæl, sum systir mín hevur lært meg.

Tað er eitt stak stuttligt spæl, sum eg giti, øll fara at tíma.

So fara vit at eta, og aftaná fara vit at renna eftir postum úti.

Eg havi sjálv gjørt postarenningina.

Áðrenn børnini fara til hús, fáa vit pitsu.

Fyrisøgn 6a

Eg fylli 9 ár í dag. Nógv børn koma í føðingardag hjá mær.

Eg vænti, at næstan øll í mínum flokki koma.

Enn eru ikki øll komin, men føðingardagurin byrjar ikki

fyrr enn klokkan fýra, og enn er hon bara trý.

Mamma hevur keypt eina vakra lagkøku,

og systir mín hevur prýtt hana við níggju ljósum.

Fyrisøgn 5b

Kettan hjá okkum er nokk so vill. Hon spælir alla tíðina.

Hallur er ein raskur drongur.

Øll fara út at spæla í dag.

Eitt orðatak sigur: “Ull er Føroya gull”

Vasin stendur á ovastu hi

Fyrisøgn 5a

Eg fari upp í songina at balla meg.

Mamma er ill við meg, tí eg ikki akti.

Mín hálsketa er úr silvuri, men tín er úr gulli.

Vit spældu hondbólt fyri fullari høll í gjá

Fyrisøgn 4

Her standa eini lítil hús.

Hvør man búgva her?

Eg veit, at ein gamal maður býr her, men eg veit ikki, hvussu hann eitur.

Eg veit heldur ikki, hvat hann ger.

Hvat man hann gera?

Hvussu sær hann út, og hvørjum klæðum er hann vanliga í?

Hvar man hann vera?

Hvønn sært tú har?

Fyrisøgn 3b

Hann svimur ofta til kappingar, og tað er hann stoltur av.

Hann hevur vunnið nógv heiðursmerki.

Onkuntíð vinna vit, tá ið vit spæla dyst,

men vit hava ongantíð vunnið FM.

Fyrisøgn 3a

Eg eiti Lív. Eg eri 9 ár og gangi í 3. flokki.

Mær dámar sera væl at dansa og sparka bólt.

Beiggi mín tímir als ikki at sparka, men hann tímir at svimja.

 

Fyrisøgn 2b

Ein drongur bleiv so illur, tá ið hann tapti móti henni, at hann rýmdi.

Leu dámar eisini væl at vitja mostur sína, tí hon eigur so nógv dýr.

Hon eigur eina kettu, ein hund og ein hest

Fyrisøgn 2a

Lea er ein rættiliga gløgg genta.

Henni dámar væl at spæla fótbólt og telva.

Seinasta leygardag vann hon eina talvkapping.

Tá var hon bæði fegin og errin.

Leu dámar at vinna, men hon tolir eisini at tapa.

Fyrisøgn 1b

Pápi mín var við okkum, men hann sat bara á landi og hugdi at.

Mamma ætlaði sær við, men so komu abbi og omma at vitja.

Vit hava ein stóran bil, so pápi koyrdi okkum

Fyrisøgn 1a

Eitt stórt vatn er beint oman fyri bygdina, har eg búgvi.

Í gjár var eg á vatninum og róði í mínum gummibáti.

Vinmaður mín var við mær.

Vit vóru báðir í mínum báti

Barbara og tann horvna bamsan

Uppgávur til 1. part

Barbara og tann horvna bamsan

Uppgávur til 2. part

Barbara og tann horvna bamsan

Uppgávur til 3. part

Um lesing

 

 

Minnist til lesisnildirnar.

Lesið 3-4 ferð.

Um stykkið er ov trupult:

                      Tað er betri at lesa eitt stutt petti fleiri ferð enn eitt langt petti eina ferð.

Lesisnildir

Far inn á leinki fyri at minna tykkum á lesisnildirnar í Finku.

 

 

Faldari frá málmenning.fo 
https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2018/06/5f.pdf 

 

 

 

Málmenning hevur eisini eina síðu á Facebook.

https://www.facebook.com/M%C3%A1lmenning-2126292954257160/ 

 

 

Bókstavkunnleiki

Vit læra um, hvussu bókstavurin sær út, og hvussu hann verður skrivaður: Sum oftast har uppi frá.

Vit læra um, hvar ljóðið á bókstavinum liggur í munninum.

Soleiðis lesa vit

Vit lesa altíð frá vinstru móti høgru.

Hyggið at myndunum á síðuni/opnuni og prátið um tær.

Peikið undir orðið. Tað er bert loyvt at siga orð, sum peikað verður undir.

Sigið ljóðini á bókstavunum í orðunum, meðan tit lesa, ikki navnið á teimum.