Próvhandan 2025
Ein hátíðardagur
Í dag var stóri dagurin, har næmingar í 9. og 10. flokki fingu handað sítt fólkaskúlaprógv. Fyrra próvhandanin var fyri 9. flokki og seinna fyri 10. flokki.
Hetta er ein stórur dagur fyri næmingarnar, sum nú standa við eitt vegamót, har barnaskúlin er liðugur og framtíðarvirksemi stendur fyri vali. Løtan er hátíðarlig og vøkur og ikki sørt sorgblíð. Foreldur og avvarðandi eru við til løtuna og hava fyrireikað dagin saman við sínum børnum.
Skúlastjórin Jónleif Johannesen leiddi løtuna. Hann bjóðaði vælkomin og hevði eina góða røðu, har hann millum annað tosaði útfrá sanginum Barnið, bergið og blómurnar hjá Karsten Hoydal, hann takkaði næmingunum fyri tíðina og bar teimum góð ynskir um framtíðina.
Lærarar, sum hava havt árgangirnar, høvdu eisini góð orð at bera fram, eins og næmingar eisini høvdu okkurt at bera fram. Ein góð og hátíðarlig løta, har øll vóru so ómetaliga vøkur.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum og Harrans signing.






















































