Skúlavegleiðing

Skúlavegleiðingin, sum fevnir um allar næmingar í 1. - 10. flokk, er opin mánadag, týsdag og hósdag. Vit eru at hitta á ovastu hædd í Ziskabygninginum hvønn hósdag kl. 8.00 - 12.30. Hølið er merkt "Skúlavegleiðing".

Sambært kunngerð fevnir skúlavegleiðingin m.a. um:

  • Lærugreina- og breytatilboð skúlans 
  • Møguleikar at lúka undirvísingarskylduna 
  • Skipan, upptøkukrøv, møguleikar o.a. í útbúgvingarverkinum 
  • Vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti 
  • Útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka 
  • Vegleiðing til næmingar við serligum tørvi 
  • Vegleiðing í samband við, at næmingur fer úr skúlanum í ótíð.
  • Vegleiðing í samband við próvtøkur 

Kunngerðina finna tit á https://logir.fo/Kunngerd/69-fra-09-06-2010-um-skulavegleiding 

 

Vegleiðararnir eru:

Bergljót Rond

Hanna Y. Sólbjørg

Tina Purkhús

 

Teldupostur: skt_skulavegleiding@skulin.fo