Storm - Stina á bókasavninum

Mikudagin var 1. flokkur boðin niðan í bókasavnið.

Bergur, skúlabókavørðurin, segði frá søguni um Storm – Stinu, sum býr hjá abbanum úti á einari oyggj í svenska skerjagarðinum. Best dámar Stinu storm og brim. Tað er stuttligt og ræðuligt í senn - men tað besta av øllum er, at Stina sleppur frá at vera einsamøll í storminum.

Aftan á søguna greiddi Bergur flokkinum frá, hvørjar bøkur 1. flokkur kann læna. Og so sluppu tey sjálvandi at velja sær eina bók at hyggja og lesa í.

Ein góð lesiløta :)

Myndarøðir til sagnir

Á bókasavninum hevur afturvendandi tiltakið fyri 5.fl. Skaldskapur av mannamunni verið seinastu vikurnar.

Næmingarnir hoyra um, hvat skaldskapur av mannamunni merkir, hvørji tekstasløg komu undir her og hvussu og nær hann var niðurskrivaður og hvør samlaði inn og skrivaði niður.

Næmingarnir hoyra so eina søgn og skulu so í bólki gera eina myndarøð til søgnina. Í ár vóru tað sagnirnar Nykurin á Toftavatni, Útiløgudreingirnir á Viðareiði og Trølkonan í …

Sum tit síggja á myndunum, liggur sera væl fyri hjá teimum at tekna. Tey menna evnini at lurta, at minnast, at ímynda sær, at samstarva, at tulka og at tekna.

Frálíkar myndir til føroysku sagnirnar.

Sólarris - upplestur fyri børn

Í lýsingini í morgun var tann fyrsti 3. flokkur bjóðaður til upplestur á bókasavninum á Skúlatrøð. Fyri at halda tilmælið um flokseinsemi, var ein flokkur til upplestur ísenn. Hetta var ein stak hugnalig løta í lýsingini í morgun, aftaná eina myrka og stormfulla nátt.

Sólarris er afturvendandi lesitiltak í viku 46,  sum Norðurlendska bókmentavikan skipar fyri.

“Endamálið við Norðurlendsku bókmentavikuni er at breiða út kunnleikan um norðurlendskar bókmentir, at birta upp undir lesihugin og at fremja samhaldsfesti og samstarv á ein øðrvísi og spennandi hátt.”

Tað eru javngomul børn í øllum norðurlondum, sum hoyra somu søgu upplisna samstundis.

Evnið í ár er dreymar og longsil. Hóast børnini, sum lurtað eftir somu søgu eru úr ymsum londum, so eru kenslurnar tær somu og øll kunnu kenna hesar kenslur aftur.

Bókin til yngru lesararnar í ár er Perlufiskarin eftir finsku Karin Erlandson. Áðrenn søgan varð lisin upp, fingu næmingarnir eina innleiðing um perlur og hvussu perlur verða til á havsins botni.

Perlufiskarin tekur okkum niður í havdjúpini, inn í eina fremmanda, men púra sjálvsagda verð, har perlur syngja á havsins botni, við gormkrabbum, gullstertum og, um illa vil til, rósuhávum. Miranda finnur tær vakrastu perlurnar í havdýpinum og veit, at eygnasteinurin, tann virðismiklasta perlan, sum so nógvar sagnir eru um, kann gerast hennara. Men hvat skal hon gera við Syrsu, barnið, sum hon verður noydd at taka til sín, hon, sum sussar alla tíðina, og sum ikki dugir at kava, uttan at sandur fýkur upp av botninum? Leitanin eftir eygnasteininum tekur Mirandu og Syrsu við til fremmand støð. Tær hitta fólk, sum tær gerast góðar við, men tær møta eisini vandum. Tær hava sett ferð á óvæntaðar røringar.

Søgnin um eygnasteinin er ein bókarøð við fýra bókum. Ein frásøgn um longsul, tráan og vinalag, og um tað, sum í grundini hevur nakað at týða í lívinum.

Ynskir tú at vita meira um Norðurlendsku bókmentavikuna, so kanst tú lesa her: https://www.nordisklitteratur.org/fo/

Jólini byrja á bókasavninum

Nú er jólahuglagið við at vakna í fólki, og vit í skúlanum vóna at síggj næmingarnir í skúla aftur skjótt.

Hóast næmingarnir ikki hava verið í skúla í 3 vikur, so hava nakrir lærarir tó verið til arbeiðis á skúlanum. Bókavørðirnir hava verið á bókasavninum og fyrireikað jólini og hava hugnað og pyntað.

Um til ber at siga, at eitt jólatræ er bókligt, so er hetta eitt av teimum. Í bókagoymsluni funnu vit nevniliga grønu bøkurnar til grøna jólatræið, sum tekur seg stak væl út.

Jólabøkurnar eru settar fram, og vit vóna, at hetta verða eini hugnalig jól á bókasavninum.

Hetta fitta nissuparið gleðir seg í øllum førum til at síggja nógv fitt børn heilt skjótt.

Norðurlendsk bókasavnsvika 2020

Norðurlendsk bókasavnsvika 2020 Í dag 16. novembur var norðurlendskur bókasavnsdagur á Skúlatrøð. Tað var 3. flokkur, sum kom at hoyra søguna og síggja myndirnar í bókini Øll telja við.

So lívsjáttandi at uppliva, hvussu vakin og forvitin børnini eru í hesum aldrinum. Tey løgdu merki til minstu smálutirnar á myndunum, so tað var rættiliga nógv at tosa um.

Hendan bókin er yðjandi full av fólki.

Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman.

Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og hevur gløgg eygu. Og hyggur tú ordiliga væl, finnur tú kanska teg sjálva/n,

Ein væleydnað vitjan av avbera fittum, vaknum og gløggum næmingum.

Norðurlendsk bókasavnsvika 2020 -framhald

Í dag vóru 6. flokkarnir til upplestur á bókasavninum. Tey hoyrdu søguna um Sally Jones gorilluna, sum í hesi útgávuni verður kallað Drápsmansapan, tí hon er vinur við Chiefin, sum verður ákærdur fyri lógarbrot, men Sally veit betur. Hon má prógva sakloysið hjá Chiefinum. Góðar bøkur um menniskjaligu gorilluna Sally Jones. Tað er gott at lesa og hoyra søgur.

Altjóða Holocaustdagur -bøkur

Altjóða Holocaustdagur verður 27.jan og vit á bókasavninum kunnu viðmæla hesar bøkur til børn og ung

Skaldskapur av mannamunni - á bókasavninum

Hósdagin og fríggjadagin í viku 5 vóru allir 5. flokkarnir bjóðaðir á bókasavnið til hugnaløtu. Her hoyrdu næmingarnir um skaldskap av mannamunni og hví og nær hann varð niðurskrivaður. Teir hoyrdu eina søgn og gjørdu síðani eina teknirøð av søgnini. Ein hugnalig og skapandi løta, har tey gjørdu vakrar tekningar. Tekningar og myndir liggja her.