17/6-26
Næstseinasti dagur áðrenn summarfrítíðina. Vit ótu morgunmat og hugnaðu okkum saman.
Kalsoyartúrur 16/6-2026
7.ð og 7.b hava veri úti í Kalsoynni í dag. Veðrið var sera gott, og vit høvdu ein so góðan dag. Vit gingu frá Syðradali til Húsar. Gingu ein góðan túr niðan í hagan, sóu yvir á Borðoynna og Eysturoynna. So fóru vit oman í bygdina, hugdu inn í skúlan og so grillaðu vit skúmgæti. Vit fóru ein túr inn í kirkjuna og fingu nógv at vita um hana. So gekk leiðin aftur til Húsar. Nakrar gentur bakaðu pannukakur til okkum øll, og ímeðan vit bíðaðu, hoppaðu vit band. Dagurin gekk so skjótt, og áðrenn vit vistu av var Ternan aftur eftir okkum. So fóru øll væl nøgd heim.
Kalsoyartúrur
7.b og 7.ð
Kann onkur taka ein bólt við í morgin?
Rósa, Durita og Betuel Set hava bjóðað seg at gera pannukakudeiggj - takk fyri!
Øll skulu hava 40 kr. við til ferðing
Skrá:
- Vit møta við ferjuleguna kl. 07:45
- Báturin siglir kl. 08:00
- Komin til Syðradals leggja vit nakað av viðførinum frá okkum
- Vit ganga til Húsar, har vit fara at ganga ein túr, spæla bólt á vøllinum og grilla skúmgæti
- Vit ganga aftur til Syðradals, har fara vit at eta matpakkan, ganga onkran túr og síðan fara vit at baka pannukakur og hugna okkum í bygdini við millum annað at hoppa band
kl. 15:10 siglir báturin
kl. 15:30 verða vit aftur í Klaksvík
At hava við:
góðan og stóran matpakka
Drekkidunk
góð klæðir og góðir skógvar
Um telefonin er við, má hon liggja í taskuni. Vit eru á eini skúlaferð og tískil eru telefonir ikki loyvdar
| 7.ð | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
| 08:00 - 08:45 | Støddfrøði | Handverk/list | Kristni | Samfelagsfrøði | Enskt |
| 08:45 - 09:30 | Støddfrøði | Handverk/list | Kristni | Søga | Enskt |
| 09:45 - 10:30 | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði | Handaverk/list | Danskt |
| 10:30 - 11:15 | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði | Hendaverk/list | Danskt |
| 11:15 - 11:30 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
| 11:45 - 12:30 | Landalæra | Samfelagsfrøði | Ítróttur | Lívfrøði | Lívfrøði |
| 12:30 - 13:15 | Danskt | Søga | Ítróttur | Alis/evnafrøði | Støddfrøði |
| 13:25 - 14:20 | Enskt | Alis/evnafrøði | |||
Vika 28 - 2026
Vallærugreinar í 8.flokki
So er tíðin komin at velja vallærugreinar til 8.flokk. Næmingar skulu velja saman við foreldrum ella avvarðandi
Freistin at velja er mikudagin 27.mai
Øðrvísi postarenningin
Vegleiðing
• Loysið allar uppgávurnar. Tit gera tykkara egnu raðfylgju.
• Allar uppgávurnar skulu dokumenterast við eini telefon (video ella myndir).
• Øll í bólkinum skulu verða við í hvørjari uppgávu.
• Stig verða givin fyri kreativitet, team work og øðrvísi loysnir.
Postar at velja ímillum
1. Christianskirkjan
Ger eina menniskjapyramidu framman kirkjuni og tak eina mynd.
2. Eitt grønt øki í býnum
Finn eitt grønt økið í býnum og geri eina lítla renni-stafett, har tit øll skulu renna
ein stuttan tein upp á onkran løgnan máta. Ger eitt video av stafettini.
3. Badmintonhøllin
Øll leypa so høgt upp í luftina sum møguligt (samstundis!). Takið eina action
mynd, meðan tit leypa og við badmintonhøllini í bakgrundini.
4. Eitt listarverk ella ein standmynd í býnum
Veljið tykkum eitt listarverk ella eina standmynd í býnum. Saman skulu tit
eftirlíkna skapið á listarverkinum ella standmyndini (síggja út sum listarverkið
ella standmyndin) og tak eina mynd.
5. Klaksvíkar Bókasavn
Finnið upp á eina stutta søgu, sum tit skiftast til at siga frá. Talan skal verða um
eina samanhangandi søgu. Hetta kann verða eitt ævintýr, ein gysari, ein
góðnáttsøga ella líknandi.
Forteljið søguna á ein livandi og stuttligan hátt. Øll skulu siga okkurt.
Takið upp á video, meðan sagt verður frá.
6. Mentanarhúsið Varpið
Syngið ein stuttan sang uttanfyri Varpið og tak upp á video, meðan sungið verður.
7. Havnalagið
Finn ein lítlan bát ella eitt skip og tak eina mynd, har tað sær út sum, at tit øll eru
á veg út at fiska.
8. Veljið sjálvi
Veljið sjálvi eitt stað í býnum og taki eina postkort-mynd. Ímyndið tykkum, at Visit
Faroe Island skal brúka tykkara postkort-mynd til at marknaðarføra Føroyar sum
ferðavinnuland uttanlanda.
9. Biskupstorg
Gerið ein stuttan dans (10 sekund), sum tit saman dansa uttanfyri Biskupstorg.
Ger eitt video, meðan tit dansa.
10. Trappu-renning
Finnið eina trappu í býnum og rennið upp og niður trappuna tríggjar ferðir. Øll
skulu renna saman. Tak upp sum video, meðan tit renna.
11. Matvøruhandil
Farið inn i ein matvøruhandil og latið sum um, at tit eru vørur á hyllini. Verið
kreativ og takið eina mynd av øllum vørunum (tvs. tykkum).
12. Borðoyarvík
Farið oman í Borðoyarvík og kastið steinar út á sjógv. Gerið eitt video, meðan tit
kasta og vita, hvør klárar at kasta longst.
Seturskúli í Fuglafirði
7/5-26 Fóru vit til Fuglafirðar á seturskúla. Vit vitjaðu Havsbrún og fingu at vita, hvat tey gera har og sloppu at hyggja eftir tunnlunum og maskinunum, tey hava. So spældu og rokaðust vit í fimleikarhøllini í Fuglafirðar skúla og fóru so at svimja aftaná. Vit gingu nógvar túrar oman í FK at keypa og hugnaðu okkum annars til langt út á kvøldið/náttina. Næsta dag ótu vit morgunmat, hugnaðu okkum og ruddaðu so av. Ein sera góður túrur :)
Bod frá leiðsluni
Eftir páskir verður frávera hjá næmingum fráboðað á heimasíðu skúlans.
Tit fara inn á heim og skúli og síðani inn á fráboðan um fráveru. Har útfylla tit teigarnar og senda skúlanum boðini.
Leinkja:
Tá tit hava fylt út og sent, fáa tit eini boð, har stendur at boðini eru send.
bl.h
Jónleif Johannesen
Skúlastjóri
Skúlaleikir
Í dag 21/4, vóru vit til Skúlaleikir í Havn, ein sera góður dagur. Veðrið var so gott, og børnini sloppu at royna seg í nógvum ymiskum abjóðingum.
Grease
24/3 vóru vit og hugdu eftir sjónleikinun Grease í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
STØDDFRØÐI í VERKI
3 vikur fram fara vit hava støddfrøði í verki. Vit fara at arbeiða við einum hefti og viðgerða hagfrøði. Vit fara at læra at brúka rokniark, excel, at gera ritmyndir og læra at lesa ymiskar ritmyndir.
Vit arbeiða við hesum í støddfrøði tíminum.
1. Nú dagurin at enda er,
og náttin komin nær,
algóði Guð og faðir, ver
hjá mínum og hjá mær.
2. Vælsigna tey, mær standa nær,
vælsigna henda stað;
hjálp okkum til at fylgja tær
við trúgvum sinnalag.
3. Eg ofta veikan kenni meg;
men himmalfaðir mín,
styrk tú meg, o, tað biði eg,
og halt meg nær til tín.
4. Tú syndarar úr svøvni vek,
til tín hvørt hjarta drag.
Tey veiku styrk, tey sjúku lek,
ger sorgarbundin glað.
5. Í Jesu navni sigi eg
tær tøkk, Guð faðir mín,
at tú av náði leiddi meg
á rætta leið til tín.
6. Og tøkk, at tú meg hevur vart
frá váða og frá neyð;
tøkk fyri himmalljósið bjart,
tøkk fyri dagligt breyð.
HPV koppseting
Føroyska heilsustýrið viðmælir øllum børnum og ungum frá 12 ára aldur og eldri at verða koppsett fyri HPV, tvs. bæði gentur og dreingir.
Koppsetingin fæst við at seta seg í samband við kommunulæknan og er ein ókeypis koppseting.
Í faldaranum fæst kunning um hesa koppseting. faldari_hpv_m65.pdf
Vinarliga
Elin og Sigrun, heilsufrøðingar
Jólahugni
27/11-25 høvdu vit í 7.ð hugnakvøld. Vit ótu pizza og lurtaðu eftir jólatónleiki. So spældu vit turbo-zombie og hugnaðu okkum fyri rest.
7.ð á skoytibánanum 2/12-25
Skúlin bjóðar hvørt ár øllum flokkunun oman á Biskupstorg at skoyta. Vit vóru í góða veðrinum í gjár og tað var ordiliga stuttligt. Her eru nakrar myndir.
7.ð var ein túr í Borðoyavík og í Grøv 27/10-25
Í dag var veðrið so sera gott, og tí fóru vit fyrst ein túr niðan í Borðoyavík og so ein gongutúr út í Grøv. Í Borðoyavík royndu vit at lappa, ymiskt var hvussu tað gekst. Og so gingu vit út í Grøv. Har spældu vit krógva og blunda. Tað er altíð stuttligt. Á veg heim klatraðu nakrar raskar gentur uppá flagtakið á gróthúsinum. Ein sera góður túrur og sera vakur dagur :)
7.ð vitjar Varmakeldugarðin 21/10-25
Ársætlan/Kalendari hjá 7.ð
Ársætlan fyri flokkin sæst við at klikkja á leinkjuna niðanfyri. Ársætlanin verður dagført so hvørt sum tiltøk o.a. koma á skrá.
Støddfrøði
Hetta er Rokinmaskinan við brúka í skúlanum. Tær kunnu keypast á skrivstovu skúlans, fyri 250 kr kontant.
Lærarar í 7.Ð eru:
Lydia Joensen (224224): Flokslærari, føroyskt, enskt og kristni,
Bjarni Ziska Dahl: Støddfrøði, samfelagsfrøði og søga.
Hjørdis Havarsá: Landalæra og lívfrøði.
Ragnhild Ellingsgaard: Danskt.
Elin Maria Sørensen: Alis/evnafrøði.
Ítróttur: Unnur Fonn, Sanna Akurstein, Anja Norðoy, Eyðbjørn Jacobsen, Símun Lassaberg og Jákup Mikkelsen.
Valfak: Maria Ziska (Evning), Unnur Fonn (Útilív), Katja Kjartansdóttir (Telda/Handarbeið), Sanna Akurstein (Telda), Símun Lassaberg (Talv), Steintór Rasmussen (Tónleik), Hanna Y. Sólbjørg (Evning)
Pennahúsin
Nú nýtt skúlaár byrjar, er gott um øll gera eitt "pennahúsaeftirlit", soleiðis at øll hava tey amboð tøk í skúlataskuni, sum tørvur er á.
Hetta eigur altíð at vera í pennahúsanum:
Í minsta lagi tveir spískaðir blýantar
Viskileður
Blíantsspískari
Linjál
Saksur
Límstift
Litblýantar
evt. tussjfarvur