Vika 46 - 2026
Bilar og vegir
Áheitan um KT trygd
1. november 2026
Vit nýta talgildar skipanir hvønn dag, og tí er KT-trygd ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum.
Falskir teldupostar, SMS-boð og innritanarsíður gerast alsamt meira sannførandi. Tey kunnu síggja út til at koma frá skúlanum, einum starvsfelaga, einum vini ella einari kendari tænastu. Tí eiga vit altíð at steðga á, serliga tá boð biðja okkum bera skjótt at, lata eitt skjal upp, trýsta á eina leinkju ella skriva innritanarupplýsingar.
Tað er í hesum sambandi, at Undirvísingarstýri heitir á skúlar og stovnar um at kunna næmingar, starvsfólk, foreldur og avvarðandi um grundleggjandi KT-trygd. Á viðheftu plakatini „Ver ansin – tak ongantíð kjansin!“ eru nøkur einføld og týðandi ráð um, hvussu vit kunnu verja bæði okkum sjálv, onnur og felags KT-skipanir í talgilda gerandisdegnum.
Vit vóna, at næmingar, starvsfólk, foreldur og avvarðandi fara at lesa viðheftu plakatina og tosa um ráðini heima og í skúlanum. Tað týdningarmesta er einfalt: Ivast tú, lat so vera og kanna heldur eina ferð ov nógv.
Plakatin er at finna HER
https://skulatrod.fo/upload/tinymce/b99cca42bbb4315b857857341399b897f96fe8e8.pdf
Tá tú verjir teg sjálvan, ert tú eisini við til at verja onnur.
Starvslæra!
Næmingar í 9. árgangi
Fyrstu tvær vikurnar í februar 2027 skulu tit í starvslæru. Latið ynskini inn við at klikkja á leinkið niðanfyri í seinasta lagi 9. sept. 2026
Vinaliga
Skúlavegleiðararnir
HPV koppseting
Góðu Foreldur
Fráboðan um fráveru.
Eftir páskir verður frávera hjá næmingum fráboðað á heimasíðu skúlans.
Tit fara inn á heim og skúli, og síðani inn á fráboðan um fráveru. Har útfylla tit teigarnar og senda skúlanum boðini.
Leinkja:
Skoytidagur 12. jan 2026
ZIska 1, 2 og 3 hava verið og skoytað í dag ;)
Pyntidagur og jólafrokostur 1. des
Vit høvdu pyntidag tann 1 desembur, og samstundis hildu vit jólafrokost. Har vóru vit so heppin, at kjøthandilin bjóðaði okkum døgurða frá teimum :) Manga túsund takk fyri :)
Hetta er so hvat kom burturúr degnum :)
Nanna, okkara fitti starvslesandi
Vit takka Nannu so hjartaliga fyri tíðina sum Nanna hevur verið hjá okkum :) Tað verður saknur í henni. :)
Bovling
Hósdagin gekk leiðin til Leirvíkar at bovla. :)
MATARSKIPAN OG OVURVIÐKVÆMI
Matarskipanin er av álvara farin í gongd, og tað er sera týdningarmikið, at ALLIR næmingar fáa ágóðan av tilboðnum.
Vinarliga kunnu tit foreldur at næmingum við ovurviðkvæmi, útfylla nakrar spurningar við at trýsta á hesa leinku https://forms.office.com/e/AC