Andlit í alskyns skapi

12. november 2026

Komin upp fyrstu trappurnar norðureftir á Skúlatrøð fangar eygað vakrar, ymiskar og litríkar andlitsmyndir. Tær bera boð um rúmligar næmingar, sum eisini eiga orðini á uppsløgunum báðum, sum prýða veggin, 'Ymiskleikin er okkara styrki' og 'Tað besta við tær er, at tú ert tann, tú ert'.

Tað er 6. flokkur, sum seinastu sjey vikurnar hevur arbeitt við andlitum í evning í handaverki og list. Tey hava bæði verið hugalig og kreativ.

Endaliga úrslitið hongur nú sum ein framsýning á Skúlatrøð, har øll eru vælkomin at vitja. 

Væl arbeitt av næmingum og lærara, má sigast, og teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við framsýningini.