Tekstur at lesa uppá til mánadagin 5. oktobur
Krákudóttir og Kalsdóttir
Einaferð var tað ein maður og ein kona. Hana kallaðu tey Kráku og hann Kall. Ein dagin, ið Kallur var úti, fann hann eina lítla gentu og tók hana heim við sær til fosturs. Eina dóttur áttu tey sjálv; á hana kastaði Kráka allan sín alsk, og varð hon tí nevnd Krákudóttir, men kundi ikki torga fosturdóttrina.
Tá ið báðar vóru tilkomnar, skuldu tær út at tæna hjá einum risa, og Krákudóttir fór fyrri. Hon kemur at einum garði, sum lið er á. Garðurin biður hana laða liðið upp, men hon sigur, at ov reinar eru sínar hendur til at dálka á grótinum. So sigur garðurin: “ Allar vættrar biði tær ónt og eingin gott.”
Tekstur at lesa til mánadagin 21. septembur
Tann gamla hugdi bara tigandi at henni. Seinni um dagin segði hon við Anniku: “Tú setir lív í váða, um tú fert. Eisini lívið á hasum lítla innan í tær.”
“At seta lívið í váða er ikki tað sama sum at missa tað,” helt Annika. Hon bað Sjúrð rógva seg til Sands, men segði onki um tað, gamla Guðrun hevði sagt.
“Ert tú ør í høvdinum?” spurdi Sjúrður. “Fert tú av oynni, verður tú fangað sum ein brotsmaður.”
“Teir fara ikki at fanga eina kvinnu, sum er við barn,” helt Annika. “Um tú ikki vilt rógva meg út, fái eg onkran av húskøllunum at gera tað.”
Tekstur at lesa uppá til at lesa upp mánadagin 14. sept.
Tríggjar vikur eftir, at dímunarbóndin var jarðaður, fekk Annika bræv. Hon skuldi møta hjá øvrigheitini í Havn. Hon var ákærd fyri at hava beint fyri manni sínum við eitri. „Eg fari ikki!“ segði Annika avgjørd. „Teir hava eingi prógv!“ „Møtir tú ikki, koma teir eftir tær,“ ávaraði Sjúrður. „Tað verður av ongum,“ læt í Anniku.
Síðan setti hon tveir húskallar at verja hvør sína kleiv. Eina fyri eystan og eina fyri vestan. Og soleiðis slapp eingin upp á Stóru Dímun, uttan at Annika hevði játtað hesum. „Nú eru vit noydd at verða búgvandi á dímunargarði,“ segði Annika við Sjúrð. „Men mær nýtist ikki at búgva undir somu tekju sum tú,“ segði hon við Trónd og rendi hann út í fjósið at búgva.
At lesa uppá til mánadagin 7. septembur
Annika Í Dímun
Eina viku seinni fór dímunarbóndin til gravar. Sandoyarprestur kom suður at jarða hann. Eisini kom pápi Anniku, sandoyarsýslumaður. Hetta var fyrstu ferð, síðan Annika kom út í Stóra Dímun, at hon sá pápa sín. Hann tók í hondina á Anniku, men hugdi ikki í eygu hennara.
“Ein sorgardagur,” segði hann.
“Fyri meg var tað størri sorgardagur, tá eg giftist við honum, “svaraðu Annika. Hon stardi at svullinum á vinstra kjálka hansara, sum nú var so stórur sum eitt gásaregg.
“Eg síggi, at vinstri kjálki tín bøtir fyri tað, tú gjørdi ímóti mær.”
Sandoyarsýslumaður gjørdist reyður um andlitið, men segði einki.
At lesa uppá til mánadagin 31. august
Tað var sum ein stórur knútur losnaði innan í Anniku. Hon fór at gráta. Og hon bara græt og græt, so hon undraðist yvir, um hon mundi fara at torna upp akkurát, sum ein løkur á hásumri.
“Eg helt, at eg ongantíð fór at síggja teg aftur,” segði Annika, tá ið gráturin umsíður helt uppat.
“Tú mátti kent meg betur,” læt í Sjúrði. “Eg fari ongantíð at svíkja teg.”
“Men nú eri eg fangað sum ein fuglur í búri,” suffaði Annika. “Á einum garði, har arbeiðsfólkið ikki dámar meg. Og mær dámar ikki tey ella mannin, eg var noydd at giftast við.”
“Hatta var ein ring gerð, pápi tín og dímunarbóndin gjørdu móti tær,” helt Sjúrður og knýtti nevarnar. “Hevði tað borið til, hevði eg tikið teg við mær. Flýggjað onkustaðni langt burtur. Men vit høvdu verið fangað, áðrenn long tíð var liðin.”
At lesa uppá heima til mánadagin 24. august
Annika í Dímun
Annika rann, so hjartað var um at spreingjast. hon rann niðan gjøgnum bøin. Eins og haran, tá hon verður jagstrað. Hon kendi pulsin duka í hálsinum. Bøgarðurin stóð nakrar metrar longri burtur. Hon skuldi klára tað. Kjólan hevði hon blakað frá sær, so tað var lættari at renna. Hon var bara í einum tunnum serki. Men hon var heit. Brennandi heit, og lýggja summarlotið gjørdi tað trupult at anda.
Hon hoyrdi tiv og fet aftan fyri seg. Tey nærkaðust í hvørjum. Hon rann alt, hon var ment. Nú var bøgarðurin har. Hon meira leyp enn klatraði upp um hann. Kendi, hvussu serkurin skrædnaði, tá ið ein sterk hond tók í niðasta partin á honum. Men hondin misti takið, tí Annika fór flúgvandi ígjøgnum luftina. Fyri síðani at lenda á øllum fýra í hagalendinum.