SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
31. januar 2023
Miðlavanar í 4. flokki
27. januar 2023
Píka7 og Strok til allar næmingar
26. januar 2023
Miðgarður til miðdeild

Lesisnildir
Fyri at lætta um fyrstu lesingina eru at kalla nakrir lyklar, ið vit kunnu brúka. Næmingarnir læra um teir í skúlanum, og tit sum foreldur gera beint í at minna tey á teir heima.
Her eru fýra at byrja við:
1. Peika undir hvørt einstakt orð, sum lisið verður.
2. Hygg at myndunum á síðuni. Kunnu tær geva okkum nakra ábending um, hvat teksturin snýr seg um, og hvørjum orðum, vit kunnu møta.
3. Ger munnin til at siga fyrsta ljóðið í orðinum, t.d. /sss/ í sól, ella /lll/ í lás
4. Drynja: Far spakuliga gjøgnum orðið, og sig øll ljóðini týðiliga: /sss/ - /óóó/ -/lll/ = sól
Tryggið tykkum, at barn tykkara dugir allar bókstavirnar, ið vit eru komin ígjøgnum: skap, heiti og ljóð!