Góð vitjan á Veðurstovuni
Í samband við at 6. flokkur hevur havt um veðurlæru í náttúru og tøkni, vóru tey og vitjaðu Veðurstovu Føroya í Klaksvík. Hanus Kjølbro greiddi frá, hvat tað er at vera veðurmaður, og hvat arbeiði tey gera á veðurstovuni.
Tey sóu og hoydu, hvussu veðurforsagnir verða gjørdar, og tey sluppu eisini at royna seg sum veðurfólk. Næmingarnir skuldu sjálvir meta um veðrið, hvussu skýloftið sá út, hvat vindferðin var, úr hvørjari ætt vindurin kom, fyri síðani at samanbera teirra meting við tað, sum veðurforsøgnin hjá veðurstovuni vísti.
Tey fóru síðani sjálvi út at máta vindferðina, og eisini sluppu tey at síggja hølið, har sendingin Veðrið verður upptikin.
Í Føroyum hava vit strandarveðurlag, og veðrið kann broytast skjótt. Hetta kann verða ein avnjóðing, tá veðurforsøgnir skulu gerast fleiri dagar fram.
Vit takka Hanusi Kjølbro og veðurstovuni fyri eina spennandi og læruríka vitjan.