SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
06. desember 2024
Jólatræið verður tendrað
05. desember 2024
Vegna veður er eingin skúlagongd í dag, hósdagin 5.des.
03. desember 2024
Top 3 á matarskránni
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Jólagalla

Hugnakvøld

Skúlaleikir á vitjan- badminton

Sangleikur 22.mars 2021

3.b var til sangleikin Leyvukongur í Mentanarhúsinum í Fuglafirđi. Sangleikurin er gjørdur útfrá kenda Disney teknifilminum Lion King. Hetta var eitt upplivilsi hjá flokkinum. Ikki minst vóru búnarnir í leikinum framúr vakrir og livandi. Ein genta í flokkinum helt, at hetta var besti leikur hon nakrantíđ hevđi sæđ :)

Kavadagur 12. jan 2021

Tađ var stuttligt at spæla úti í kavanum í dag. Nøkur bygdu kavamann og onnur spældu kavakríggj. Tey, iđ høvdu tikiđ sletu viđ í skúla, fóru yvir í kirkjuna at sleta. Vit fingu heitar vaflur viđ róma og súltitoyi, og tađ kom væl viđ

Grilling siđsta skúladag, 19. juni 2020

Síđsta skúladagin fyri summarferiuna hjá næmingunum, plagar allur skúlin at grilla. So var eisini í ár. Veđriđ var av tí allar fagrasta, og hotdoggurin og sunkistiđ komu væl viđ. Takk fyri í ár, síggjast í 3.flokki.

Seturskúli í Kunoy 17-18 juni 2020

2.b var á seturskúla í Kunoy. Hetta var ein sera væl eydnađur túrur. Vit sóu slangur og vóru á litveiđu.

Ítróttur ùti í Grøv

Vegna korona verđur tilmælt at gera ítrótt uttandura.

Síggja nýggja skúlan á Skúlatrøđ

Av tí at skúlin er um at vera liđugur, kundu vit fara at hyggja eftir honum.

Vitja Nólsoyar Páll

Veđriđ var gott, so vit gjørdu av at fara ein gongutúr yvir til húsini hjá Nólsoyar Pálli. Dánjal greiddi frá. Síđani gingu vit yvir til egningarskúrarnar, og sloppu at hyggja inn í ein teirra. Vit møttu standmyndini av 'manninum viđ egningarstampi' á leiđini, og fingu ísar frá ísbilinum hjá fóm.

Úti í Grøv 21.apríl

2.b var á steinaveiđu úti í Grøv hendan góđa, sólríka dagin. Tey skuldu finna steinar viđ roknistykkjum á, sum tey skuldu skriva á eitt ark og síđani rokna.

Tey stillaðu seg í sólina og ein annar kritaði skuggan á teimum. Løtu seinni stillaðu tey seg í sama stað og sóu, at ikki bar til at fáa somu skuggamynd, tí jørðin hevði snarað seg í mun til sólina.

Grækarismessa 12. mars 2020

"Tjaldur ver vælkomiđ til okkum heim Frá ókendum, fjarskotnum londum Tú berst okkum bođ um ein ljósari dag At nú er brátt summar í hondum"

Føstulávintshald 24. februar

Vit kvóđu Øskudólgur og Sópingarkonan og Kall og Svein ungi. Síđani trivu øll í 1.-5. flokki í Stat op santa Simeon. Nógv vóru grýluklødd hendan dagin. Vit fingu fastalávintsbollar og slóđu pottar. Pottakongur og -drotning blivu Marner Fríđi og Karin.

Málningaframsýning 12. feb. 2020

Skoytibreyt 17. desember 2019

Vit leigaðu skoytibreytina og skoytaðu í ein tíma. Fleiri dugdu og fleiri duttu. Teimum dámdi sera væl og hugnaðu sær.

Jólaleikur 16. des. 2019

Í dag hava vit hugt eftir sjónleiki. 10. flokkur spældi leikin Snjóhvíta, genturnar gingu Lusia, dreingirnir vístu egin sjónbandaløg og vit sungu øll jólaløg saman. Børnini grinu og hugnaðu sær.

Jólastova 12. desember 2019

Flokkurin hevur vitjað jólastovuna á valskúlanum. Har gjørdu tey hvør sítt jólatræ, sum tey hava fingið við heim, hoyrdu jólasøgu og fingu holukøkur og saft. Ein sera hugnalig løta.

Ketta og mús 15. mai 2019

Pynta krukkur og planta 7 mai

Bingo 30. apríl

Í dag spældu vit bingo í roknitímanum, og børnini hildu tað vera stuttligt at vinna.

Rulla páskaregg! 12.april

Børnini litadu eggini i skulanum og so gekk leidin til gongu ut a Gravarbø at rulla egg. 1a, 2a, 2b og 2d komu eisini, so vit voru fleiri. Har var gott plass og solin kom eisini fram, so vit høvdu ein sera hugnaligan dag, har børnini spældu og hugnadu sær. Ta eggini voru rullad, rulladu tey seg sjalvi oman gjøgnum bøin :) og so var tid til felags mynd.

Aprílsøga 1. april

Heilsusysturin skuldi koma at kanna føturnar hjá næmingunum, tí fótsvampur var í umfer. Hon hevði ringa tíð, so næmingarnir máttu úr hosunum og leggja beinini á borðið. Hetta vísti seg seinni at vera ein aprílsøga :)

Føstulávintshald 4.mars

Vit hugdu at meðan hinir flokkarnir kvøddu, og brátt var okkara túrur. Vit fóru upp á gólv og kvøddu Veturin kom við kulda og kava og Eg kendi mær ein ríkman saman við hinum báðum 1. flokkunum. Eisini kvøddu allir flokkarnir frá 1-5 fl. Statt opp Santa Simeon saman, og tað eydnaðist væl. Síðani fingu vit føstulávintsbollar og kakao, og endaðu dagin við at sláa pottar. Alt í alt ein hugnaligur dagur.

Sjónleikur 20. februar

Mikudagin 20. februar var sjónleikur á skránni. Vit settu okkum í bussin og koyrdu til Runavíkar, tí leikurin varð spældur í Løkshøll. Talan var um skemtileikin Fróði og aðrir kúllar, og næmingarnir flentu og hugnaðu sær.

Føroyskttími 15. februar

Her sita nøkur fitt og arbeiðssom børn og gera uppgávur í arbeiðsbókini.

Roknitími 13. feb.

Vit spæla eitt roknispæl, og læra okkum samstundis tølini frá 1-100.

Roknitími 6. feb 2019

Fittir næmingar arbeiða í roknibókini.

Kavadagur 31. januar 2019

Skúlin skipaði fyri, at allir næmingar skúlans skuldu fara út í kavan at hugna sær 3. og 4. tíma. Tá vit høvdu kastað kavabløk, etið glerpípur og ballað beinini inn í kava, vóru vit blivin so køld. Tá var lekkurt at fáa heitt kakao frá skúlanum.

Kavadagur 29. januar 2019

Vit njóta løturnar við liggjandi kava :)

Heystardagur 8. okt. 2018

Tað er eisini rúm fyri at arbeiða kreativt.

Ødrvisi skuladagar

Vit hava havt øðrvísi skúladagar, har vit m.a. hava málað steinar og verið úti í grøv og hugnað okkum. Her eru myndir frá døgunum.