So var summarfrí!

19. juni 2025

Seínasti skúladagur 2025

Í dag var seinasti skúladagur, áðrenn farið verður í summarfrí. Hesin dagurin hevur altíð eina skrá við góðum orðum, sangi og mati.

 

Løtan í skúlagarðinum byrjaði klokkan 9:00, har Myrna Lind Jacobsen, varaskúlastjóri, bjóðaði vælkomin og samstundis ynskti øllum eina góða summarferiu, tá tann løtan kom.

 

Vanligi morgunsangurin var úti í skúlagarðinum, og har sungu vit sangin hjá Símuni av Skarði Nú skínur sólin bjarta, bóðu Faðir vár og sungu Morgun hjá Martin Joensen.

Til morgunsangin hoyrdi eisini til at fáa nøkur góð orð á vegnum. Hesi orð fekk Gunrið Kallsberg høvi at bera fram. Orðini tóku støði í sanginum hjá Símuni av Skarði, sum varð sungin beint frammanundan. Tey orðini eru prentað her niðanfyri:

 

Góðan morgun!
 

Nú eru vit øll líka spent til at fáa summarfrí um nakrar tímar. Tað verður gott.

 

Vit hava júst nú sungið vakra sangin hjá Símuni av Skarði, Nú skínur sólin bjarta…,

 

Mær dámar so væl hendan sangin, sum er ein tøkk og fagnaður til skapanarverkið og Skaparan.

Kann vera, at tit í dag ikki hugsa so nógv um orðini í sanginum, men eg eri so takksom fyri, at tað eru fólk, sum duga so væl at seta orð á tað, sum tey síggja, uppliva og sansa í náttúruni, tí á hendan hátt fáa tey eisini okkum onnur at síggja tað sama og leggja merki til skapanarverkið. 

 

Símun nevnir sólina, sum er treytin fyri øllum lívi á jørðini, so nevnir hann blómurnar og fuglarnar. So takkar hann fyri góðan náttarsvøvn og gleðir seg at skoða Guds undurverk gjøgnum dagin.

 

Til endans takkar hann Gudi fyri, at hann hevur fingið evnir at síggja og leggja merki til alt, sum Gud hevur skapt. Tað eru ikki øll, sum leggja merki til alt tað vakra, og tað er stórt spell, tí tá hevur mann mangan forsømt seg. Allar seinast biður hann Gud verða hjá sær gjøgnum dagin.

 

Hesin sangurin er so viðkomandi í dag, og vit kunnu øll hugsa, at hesin sangurin er skrivaður til júst okkara.

 

Vit vita frá egnum upplivingum og frá gransking, at upplivingar í náttúruni, har vit ganga túrar, spæla úti, fiska, byggja hyttur ella okkurt annað, gera, at kroppurin fer at framleiða evni, sum gera okkum glaðari, og vit fáa yvirskot og orku at vera til.

 

Eg haldi, at vit øll skulu gera okkum sjálvum eina góða gerð og seta okkum fyri, at vit fara at vera meira úti í náttúruni í summarferiuni og ikki brúka alt ov nógva tíð til annað, sum dregur okkum frá náttúruni.

 

Góða summarferiu!

 

Grilltoymið stóð klárt við pylsum, og ímeðan Steintór Rasmussen og Heini Ziska Dahl spældu og sungu, fingu næmingar og lærarar pylsur.

 

Karl Martin Samuelsen rokkaði eina løtu og spældi kendar sangir við hjálp frá Mikkjal Hvannastein.

Seinasta innslagið, áðrenn øll fóru í summarfrí var felagssangur, og Vivian Gudjónsson tók samanum og ynskti øllum góða summarferiu.

 

Vit á Skúlatrøð fara at ynskja øllum eina góða summarferiu.