Fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo, skúlastjóra

20. juni 2024

Fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo, skúlastjóra

 

Nú Vagn Foldbo fer frá sum skúlastjóri á Skúlatrøð og í annað starv í Undirvísingarstýrinum, varð skipað fyri fráfaringarløtu seinnapartin.  Hetta var ein sorgblíð løta, har starvsfólk og onnur heilsaðu Vagn við røðum, sangi og gávum.

Bjørn Kalsø 1. varastjóri legði fyri við at bjóða øllum vælkomin. Røður vóru hildnar, sangir sungnir og gávur handaðar.

Jórun Andreasen, forkvinna í skúlastýrinum og Karl Johansen takkaðu Vagn fyri tíðina og góða samstarvið og handaðu honum gávu og blómutyssi.

Rannvá Joensen deildarleiðari hevði eina afturlítandi, stuttliga og góða røðu og handaði Vagn eina gávu frá starvsfólkum skúlans. Hetta var ein málningur av Skúlatrøð. Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið loftmyndina av skúlanum, og húsavørðirnir hava síðani teknað og málað myndina, sum bleiv til ein sera vakran málning.

Jónfríð Foldbo hevði eisini eina góða røðu og takkaði Vagn fyri gott samstarv.

Eisini var ein gáva frá skúlanum á Viðareiði og skúlanum á Fossánesi.

Tað, sum eisini setti sín serliga dám á løtuna var kórsangurin frá okkara lokalu kórum. Manskórið sang ein vakran sálm og kvinnukórið somuleiðis.

Her er nógvar góðar og skapandi kreftir á skúlanum, og tað sást væl aftur til eina løtu sum hesa.

Til endans tók Vagn sjálvur orðið.

Vagn setti orð á, hvussu væl hann hevur trivist í starvinum sum skúlastjóri og takkaði fyri góða samstarvi gjøgnum árini. Hann kann við góðum treysti fara víðari, tí hann veit, at skúlin hevur tað gott.

Hann minti okkum á, at vit hava ein góðan skúla, sum vit kunnu vera errin av. Vit hava ein væl skipaðan skúla við fólkum, sum hava sett nógv á stovn í skúlanum. Hann vísti á, hvønn týdning tað hevur at fáa aðrar plantur at spíra enn tær, tú sjálvur hevur sett niður.

at fáa aðrar plantur at spíra enn tær, tú sjálvur hevur sett niður

Eisini verður tosað positivt um skúlan aðrastaðni, og gestir, sum koma inn siga, at tey merkja eina róliga atmosferu í skúlanum.

Vit hava nevniliga fingið sett ymiskt á stovn, sum er gott og mennandi fyri skúlan og øll, sum hoyra til her. Eitt nú hava vit sálarfrøðing á skúlanum, eitt gott sertilboð, eina góða slóðbrótandi matarskipan og nógv ymiskt annað, sum vit kunnu vera errin av. Hetta er eisini nakað, sum fleiri onnur kundu ynskt sær.

Vit á Skúlatrøð vilja takka Vagn Foldbo fyri tíðina og alt tað, sum hann hevur avrikað saman við leiðsluni og starvsfólkunum á skúlanum.

Vit vilja ynskja Vagn blíðan byr og Guds ríku signing í komandi starvi.