Skúlaflokkar góvu stuðul til Team Rynkeby
Stuðul til Team Rynkeby
Fyrrapartin var samkoma við Sambýlið á Heygnum, har nógv fólk var komið saman fyri at ynskja Team Rynkeby súkklarunum góða ferð. Ferðin byrjaði í Klaksvík í morgun, og í kvøld fara súkklararnir umborð á Norrønu.
Team Rynkeby savnar pening til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra, og her kunnu øll vera við at stuðla.
Tað eru ymisk tiltøk kring landið, sum savna pening fyri at stuðla endamálinum hjá Team Rynkeby, og vegna Skúlatrøð var tað Jónhard Selfoss Guðjónsson í 2.b, sum handaði ein kekk til Team Rynkeby.
Tað fór eitt suð gjøgnum mannamúgvuna, tá upphæddin bleiv avdúkað, og tað sást eisini á andlitsbráðnum hjá Hervør Nolsøe, sum tók ímóti kekkinum, at hetta var rørandi.
Ein góð og rørandi løta, og sum mamma Jónhard segði, hevur hetta nógv at týða fyri tey.
Skúlatrøð vil ynskja Team Rynkeby góða ferð til Paris