SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
16. mars 2024
Matarskráin fyri viku 12
15. mars 2024
Skapandi evnisdagar - vár 2024
12. mars 2024
Rithøvundur vitjar á Skúlatrøð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG
Eingir lutir

Les mállæruna til týsdagin t.d.:

* 10 orðaflokkar

* óbundin og bundin navnorð: barn/barnið - hús/húsið 

* sterk bend navnorð: Sterkt bend navnorð enda við hjáljóði í hvørsfalli – úlvur/úlvs
* veikt bend navnorð: Veikt bend navnorð enda við sjálvljóði í øllum føllum í eintali - dunna

* -ir og -ur endingar (sagnorð) - græt/grætur - koppa/koppaði

* sagnorð eru sterkt bend, tá ið sjálvljóðið inni í stovnunum broytist (-ur) (eisini eitt stavilsi í tátíð)
* sagnorð eru veikt bend, tá ið tey fáa tátíðarendingarnar -aði, -di og -ti (-ir)

* stigbending (hygg eftir kyni): sterkur, sterkari, sterkastur - dugnalig, dugnaligari, dugnaligast

o.s.fr. :)

Mállæra á vegg - Tóra.pdf

Her finnur tú søgnina Kópakonan: https://snar.fo/sagnir/mikladalur/kopakonan

Uppgáva at gera og lata inn í skúlanum

Brúka eisini pappírini í reyðu mappuni.

Hvat tekstaslag er Kópakonan?​
Hvar gongur søgnin fyri seg?​
Hvat hendir trettandu nátt?​
Hvat ger mikladalsdrongurin?​
Hvussu fær kópakonan hamin aftur?​
Heldur tú, at tey eru eydnusom sum hjún? Grundgev​
Greið frá dreyminum.​
Hvussu gekst, tá ið mikladalsmenn fóru at sláa kóp?​
Greið frá, hvussu kópakonan hevndi seg.​

Stílur til 7. desember. Tú velur 1 ella 2 og skrivar eini 400 orð:

1: Skriva eitt ævintýr við støði í myndini. Tú skrivar sjálv/ur eitt ævintýr, ið passar til myndina.

2: Greið frá: 
- tí, sum tú veitst um myndina
- myndaslagi (málningur, fotomynd,
viðgjørd mynd, lýsing e.a.)
- innihaldi
- hvussu myndin er skipað
(t.d. forsýni, miðsýni og baksýni)
- sjónarhorni
- litum og ljósi

Myndina "The Last ​Ingredient" hevur ​Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim málað, 2016​

Vika 44 og 45. Takk fyri vikuna, ið fór. Vit hava arbeitt eitt sindur við ævintýri. PowerPointið, sum vit brúktu liggur inni á "filer" ella "files" á Teams. Hygg eisini niðanfyri. Í komandi viku møtast vit aftur á Teams, tó ikki týsdagin 2. november. 

Til týsdagin 2. november skulu vit skriva eitt ævintýr. Tað eru ongir reglar uttan, at tit skulu hugsa um ævintýraeyðkenni og vera eini 600 orð. Tit lata inn við at senda mær tað á tora.vid.keldu@skulin.fo. Latið inn áðrenn kl. 24.

Fríggjadagin 5. november er hetta uppgávan:

1. Far nú inn á leinkið: https://snar.fo/aevintyr
2. Vel tær eitt av ævintýrunum.
3. Skriva stutt í skriviheftið, hvat ævintýrið er um.
4. Send mær mynd av tí, sum tú hevur skrivað í skiviheftið, á Messenger :)

 

Týsdagin 9. november

Hvussu síggja ævintýramyndir út? Tit vóru seinast biðin um at senda mær myndir av ævintýrum. Takk fyri myndirnar. Vit tosa m.a. um tær.

Lurta nú eftir ævntýringum Eldførið: https://kvf.fo/vit/utvarp/vintri-eldfri-eftir-h-c-andersen

Uppgáva: Ger ein stuttan samandrátt av ævintýrinum og send mær mynd av netinum av ævintýrinum Eldførið.

Kann hjálpa at leita eftir:
- Fyrtøjet á donskum
- The Tinderbox á enskum

Hósdagin 11. november

Vit tosa millum annað um, at ævintýr um allan heim hava sama grundbygnað, hóast tey eru ymisk, tá ið talan er um persónar, hendingar og lutir. Gongdin í ævintýrum, serliga í risa- og gandaævintýrum, er ofta skipað eftir leistinum heima – úti – nýtt heim:

Heima: Ævintýrið byrjar við, at hetjan er heima hjá foreldrunum. ​

Úti: Tá hetjan kemur í ungdómsárini, fer hon heimanífrá at royna at finna eydnuna og skapa sær eina betri tilveru. ​

Nýtt heim: Ævintýrið endar við, at hetjan er búnað, hevur funnið eydnuna og er komin væl fyri í lívinum​

Uppgáva:

  • Nær er Tornarósa heima? ​
  • Nær er Tornarósa úti? ​
  • Nær hevur Tornarósa fingið nýtt heim? ​

 

Fríggjadagin 12. november

Í dag skriva vit fyrisøgn. Her er hon. Tá ið tú hevur skrivað hana, send mær eina mynd av tí, sum tú hevur skrivað:​

Ólavur hevur júst verið til roynd í føroyskum, náttúru og tøkni og støddfrøði. Hann gongur í 6. flokki. Honum dámar væl at ganga í skúla, og hann heldur, at tað hevur gingið væl við royndunum. Hann er serliga glaður fyri, at tað hevur gingið so væl í føroyskum, tí hann hevur búð so stutt í Føroyum.

Ólavur býr í Havn, men her hevur hann ikki altíð búð. Hann flutti til Havnar úr Noregi fyri trimum árum síðani. Mamma Ólav er norsk, og pápin er føroyingur. Bæði mamma og pápi Ólav hava alla tíðina ætlað at búð í Føroyum, men tey hava bæði lisið í Noregi, so tey fluttu ikki til Føroya, fyrr enn tey vóru liðug at læra. Mamman arbeiðir nú sum fiskifrøðingur og pápin er blaðmaður.

So er vika 43 byrjað, og eg vóni, at tit hava tað gott. Vit møtast á Teams týsdagin kl. 9, hósdagin kl. 9 og fríggjadagin kl 10.

Vit fara at tosa um ævintýr millum annað hesar spurningarnar:

- Hvat er eitt listævintýr?​
- Hvat er eitt fólkaævintýr?​
- Hvat er skaldskapur av mannamunni?​
- Hvør hevur skrivað ævintýrið og nær? ​(ella skrivað tað niður)

Tá ið vit tosa um ævintýra eyðkenni, so eru tey millum annað: Drotning, kongur, prinsur, prinsessa, hestur, dreki, skímsl, trøll, dýr sum tosa, stjúkmamma, heks, sjey, trý, nýggju, slott, prinsur, álvar, vísar konur, kustar sum flúgva, gandur...​

Tit lósu í farnu viku ævintýrið Tornarósa. Her er ein stuttur samandráttur: 

Ein kongur og ein drotning. Ynsktu sær eitt barn, men fáa einki. Drotningin baðar sær ein dagin og tá kemur ein froskur, sum sigur, at hon skal fáa eitt barn. Seinni fáa tey eina vakra dóttir og kongur ger eitt stórt gildi. Tær vósu konurnar koma í veitslu, men allar 13 eru ikki bodnar, tí tey áttu bara 12 tallerkar. Tær lovaðu barninum undurgávur, dygdir, vakurleika, ríkidømi og alt, ið er at ynskja sær. So kom tann 13. Hon var ill og segði, at tá ið gentar var 15 ár, fór hon at stinga seg av eini rokkasnældu. Tann 12. segði tó, at kongsdottirin ikki skuldi doyggja, men sova í 100 ár. Og so var. Tá ið hon fylti 15, var hon einsamøll inni og kemur inn í eitt kamar, har ein situr og spinnir. Gentan er forvitin og stingur seg og sovnar. Øll sovna. Onkur roynir at koma inn. Men tað var ógjørligt. Tornaviðurin er ov tættur. Men so eru 100 ár liðin og fram við kemur ein ungur kongssonur. Hann sleppir inn og kyssir Tornarósu og øll vakna. ​

Vit fara at hoyra ævintýrið Nýggju klæðir keisarans, sum Hans Christian Andersen hevur skivað - tað liggur á Teams undir "filer" ella "files". 

Síðandi arbeiða við við hesum uppgávunum:

  • Hvat er eitt listævintýr?​
  • Hvat er eitt fólkaævintýr?​
  • Skriva ævintýrið "Nýggju klæðir keisarans" niður, sum tú minnist tað.​
  • Hvat er boðskapurin?​

Her kanst tú lurta eftir bókini eftir Halldóru Dam Lat eisini meg:
https://kvf.fo/vit/utvarp/2017/07/03/lat-eisini-meg-1partur