6. flokkur í Geoskúla

22. apríl 2024

6. flokkur í Geoskúla

6. flokkur hevur hetta skúlaárið havt Geoskúla, har tveir serfrøðingar frá jarðfeingið hava undirvíst teimum í, hvussu Føroyar eru blivnar til.

 

Serfrøðingarnir eru Lis Mortensen og Barbara Biskopstø, sum hava vitjað flokkin regluliga og havt upplegg við myndum og frágreiðingum, og so hava tær verið túrar við flokkunum úti í náttúruni.

 

Í dag var sera gott veður og góð líkindi at fara út. Flokkarnir fingu eitt upplegg og fóru so til gongu. Í dag gekk leiðin niðan í Gravardal, har tey hugdu eftir ymiskum gróti. Tey hugdu eisini eftir, hvussu landið eru bygd upp og hvussu landslagið er broytt serliga frá ístíðini til í dag.

 

Sum tit síggja, so eru tey granskandi á ferð og hava lært við at síggja og føla og ikki bara hoyra. Tað er ein góð lærutilgongd.