Ein rættvísur heimur

20. november 2026

Hesa vikuna hava 9. flokkarnir arbeitt við verkætlan við yvirskriftini Ein rættvísur heimur. Rættvísi snýr seg jú ofta um, at øll fáa tað, teimum tørvar, fyri at hava somu møguleikar, og at menniskjarættindi verða hildin og vard.

Rættvísi merkir ikki altíð, at øll fáa tað sama. Summi hava tørv á øðrvísi hjálp, vegleiðing, amboð ella stuðli enn onnur.

Ein rættvísur heimur er ein heimur, har øll menniskju verða viðgjørd virðiliga og fáa somu møguleikar, rættindi og skyldur, uttan mun til kyn, samleika, aldur, bústað, átrúnað, førleika, brek ella búskaparliga støðu.

Í einum rættvísum heimi hava øll atgongd til útbúgving og rætt til trygd og verju og fáa javna viðferð fyri lógini. Eingin verður kúgaður ella útihýstur. Fólk fáa hjálp, tá tey hava tørv á henni. Arbeiði og ábyrgd verða virðismett rættvíst.

Við hesum varð farið til verka og allir 20 bólkarnir arbeiddu væl og fingu væl burturúr. Evnini vóru millum onnur kríggj og mannarættindi, barnarættindi, happing og útihýsing, tilflytarar, rasisma og mismunur, javnstøða millum kvinnur og menn, rættvísi í fótbólti, rætturin til skúlagond og tað perfekta samfelagið.

Ein góð og mennandi vika, har nýggj vitan og forvitni enn einaferð settu dagsskránna á Skúatrøð.