Livandi og skapandi evnisdagar
19. mars 2026
Frá mikudegnum til fríggjadagin hava næmingarnir í innskúling og miðdeild á Skúlatrøð skapandi evnisdagar. Evnið í ár er kelidjór.
Floksstovurnar og gongir eru nú umskipaðar til listastovur, har ymiskt tilfari liggur frammi, og næmingarnir arbeiða eftir serstakari skrá. Hugskotini millum næmingarnar og lærarar eru mong, og leitað verður eisini á netinum eftir íblástri.
Bæði huglag og arbeiðslag var í mrogun so serstakliga gott.
Tykkum verður ynskt góðar og mennandi skapandi evnisdagar, og vit gleða okkum at síggja enn meira til góða arbeiðið og eisini endaliga úrslitið.