Hví eri eg júst eg?

23. november 2026

Undranardagarnir 2026

Hví eri eg júst eg? 
 
Hetta var evnið á undranardøgunum 2026 - í ár. Eitt sera spennandi evni, sum kann fáa okkum at undrast á fleiri viðurskifti. Hví havi eg brún eygu, hví eri eg so long, hví havi eg fasta oyralippu, hví gongur mín hárlinja niður í pannuna o.s.v.. 


Evnið er um meg, og tí er hetta serstakliga áhugavert. Øll eru serstøk og hava hvør sín uppruna, og børnini kundu hesar dagar vera upptikin av, hví tey síggja út sum tey gera, hví tey hava tann hárlit, húðalit og eygnalit tey hava, og hví tey í sinn og skinn líkjast antin mammu ella pápa ella kanska meira ommu og abba.  
 
Evnisdagarnir vóru lagdir til rættis við verkligari og ástøðiligari undirvísing, so næmingarnir fingu arbeitt við eitt sindur av hvørjum. Til morgunsangin var sangurin hjá Steintór Rasmusen, Øll eru líkagóð ein partur av Undranardøgunum. Eisini var møguleiki at spæla mennandi spøl, um rúm var fyri tí.  


Verkligi parturin var at gera ein profil av sær sjálvum við handaavtrykki, mynd, tjóðskapi, ættartræi, kropsmátum, sjónligum eginleikum, styrkjum, áhugamálum og dreymum. Eisini var ein møguleiki at gera ein DNA-strong av pípureinsarum og perlum. Fyri eldru næmingarnar var ein framsýning av tilgjørdum kyknum, gøgnum, beinagrind, DNA-streingi, og eini plátu, har tey við máling kundu seta síni fingramerki.  


Hóast næmingarnir ganga í grunddeild og miðdeild, so lærdu teir um kyknur, um síni serstøku fingramerki og um DNA á ein hátt, sum hóskaði til teirra aldur, og høvuðsreglan um DNA´ið var, at øll hava sítt persónliga DNA, sum er uppskriftin uppá júst tey, og at tey hava fingið helvtina av DNA´num frá mammuni og helvtina frá pápanum. 


Okkara DNA avger eisini, hvat okkum dámar at eta, og hvussu móttakiligir okkara smakkleykir á tunguni eru fyri smakki, so næmingarnir gjørdu eina smakkroynd av søtum, súrum, søltum og beiskum. Týðiligt var, at tað er munur á, hvussu sterkt tað ymiska smakkar fyri okkum. 
 
Umhvørvið hevur ein avgerandi leiklut í, hví vit verða júst vit, so ljós var eisini sett á, hvønn týdning umhvørvið, familja, vinir, skúli og frítíðarvirksemi hava á, hvørji vit blíva, og hvussu vit mennast til teir møguleikar, sum eru í samfelagnum. 

Stuttligt var at síggja, at næmingar, sum áttu kanningarútgerð heima, høvdu hana við í skúla og soleiðis eisini góvu íkast til undranardagarnar.


Fríggjamorgunin høvdu vit vitjan úr Heilsustýrinum. Tað var Arnfinnur Kallsberg, mýlalívfrøðingur, sum stutt greiddi frá um DNA, og hvussu DNA-strongurin kann lesast við einum lítlum hondhildnum tóli, sum hann hevði við sær. Og, at hóast einans fýra bókstavar eru í DNA´num, so kann koma fyri, at stavivillur eru. Kunnu stavivillur í DNA-stronginum lesast, so fáa læknarnir boð um tað, og møgulig viðgerð verður sett inn.

Eisini hevði Arnfinnur píplar við, sum verða brúktir í arbeiðnum at kanna blóðið. Hetta skapti forvitni hjá fleiri næmingum, sum vildu vita meira um amboðini.  


Undranardagarnir vóru forvitnisligir, læruríkir og góðir, og vónandi er áhugi sáddur í onkran næming, sum í framtíðini fer at undrast og granska enn meira í sama evni.