Matvøru ovurviðkvæmi
Sum ein part av fyrireikingunum av matarskipanini, er umráðandi at fáa skjalfest, hvørjir næmingar hava matvøruovurviðkvæmi ella sjúkraavgerð (diagnosu), sum viðvíkur mati, sum t.d. cølaki ella laktosuintoleransu. Hetta fyri at tryggja, at øll fáa gagn av matarskipanini.

Foreldur at næmingum, sum í samráð við lækna ella diætist, hava fingið staðfest ovurviðkvæmi, vinarliga útfyllið spurnarskjalið við at trýsta á hesa leinku. https://forms.office.com/e/AC3EeyKtdH 

Av tí at ein máltíð kann vera samansjóðandi og skapa felagskenslu, vilja vit at næmingarnir við ovuviðkvæmi í størsta mun fylgja matarskránni, við teimum neyðugu tillagingunum. Tó kunnu frávik koma fyri.