SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
24. apríl 2024
Flaggdagshald í grunddeildini
22. apríl 2024
6. flokkur í Geoskúla
20. apríl 2024
Matarskráin fyri viku 17
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Góðu næmingar og foreldur

Frá 6.mai til 13.mai skipar skúlin fyri einum lesiátaki í miðdeild. Vit fara at hava eina lesiløtu hvønn 1.tíma hesar dagar. Hetta verður eisini eitt stuðulstiltak og peningurin, sum kemur inn, fer beinleiðis til Team Rynkeby Føroyar, sum hjálpir børnum við hættisligum sjúkum og familjum teirra. 

Næmingarnir fáa eitt kunningarskriv heim við mánadagin 29.apríl, og seinasta freist at lata peningin inn er 14.mai.

Vika 18: Henry og Jóas

Vika 19: Joy og Karl

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Føroyskt
Heima: Lesa s.60 og 61 í Ælabogans litir.
Í skúlanum: Upplestur og tosa um søguna.
Týsdagur
30. apríl
Føroyskt
Heima: Lesa s.62 og helvtina av s.63.
Í skúlanum: Upplestur og læra at greina setningar. Finna umsøgn og grundorð.
Kristni
Heima: Lesið og tosið, saman við einum vaksnum, um tekstin á s.114 í Kristni 4. 
Í skúlanum: Vit tosa um evnið og gera s.56 í arbeiðsbókini.
Mikudagur
1. mai
Hósdagur
2. mai
Føroyskt
Heima: Lesa s.64 og 65 í Ælabogans litir.
Í skúlanum: Upplestur og tosa um søguna. Læra at finna umsøgn og grundorð í setningum.
Kristni
Heima: Lesið saman við einum vaksnum s.115 í Kristni 4. Tosið um tekstin.
Í skúlanum: Vit tosa um tekstin og gera s.57 í arbeiðsbókini.
Fríggjadagur
3. mai
Søga
Heima: Lesið, saman við einum vaksnum, um Magnus Heinason og hví hann fór til Bergen við familjuni, á s.68 og 69 í Søgu 4. Tosið um tekstin.
Í skúlanum: Vit gera uppgávuna á s. 72 í Søga 4.

Læsefremskridt (lesiframstig)

Í donskum eru vit byrjaði at lesa inni á Teams.  

Soleiðis gera tit:

Far inn á Teams (www.teams.microsoft.com ella Teams appina)
Logga teg inn á við tínum Office brúkara
Far inn á toymið sum eitur Læsefremskrit dansk 4. b 2023-24
Møguliga skalt tú trýsta á opgaver ella generel fyri at finna uppávuna, serliga um tú brúkar appina.
Trýst á læsefremskridt uppgávuna, sum er løgd inn
Trýst á “start” ella okkurt líknandi tí, og síðan lesir tú tekstin upp, sum kemur á skermin.
Tá tú ert nøgd/ur við tað, sum tú hevur lisið, sendir tú tað inn (tit hava 6 royndir).
Tað er bara lærarin, sum sær og hoyrir tað, sum tit hava lisið inn.  
Tit kunnu royna upp til seks ferðir. Um fyrsta royndin ikki riggar, so royna tit eina ferð afturat. 

 

Vakurleikin og beistið við Løkin 21. mars

Vit møta í skúlanum vanliga tíð og hava matpakka við.

Kl 11.20 fara vit við bussi av Sandinum og koyra til Runavíkar at hyggja eftir leikinum Vakurleikin og beistið.

Vit fara úr Runavík kl 13.15. Verða í Klaksvík uml. kl 14. Tá fara vit í skúlan eftir taskuni, og so heim. Skúlin rindar fyri túrin.

 

LÚS
Vit hava aftur fingið fráboðan um lús í 4.b.
Av tí, at fleiri hava brúkt somu húgvu fyri eyguni, tá tey slógu pott í dag, so kunnu fleiri hava fingið lúsa gestin á vitjan.
Vælsignaði kembið og reinsið tykkara barni, so vit fáa útrudda lýsnar áðrenn mikudagin, tá vit skulu aftur í skúla.

Ítróttur 4. flokkur gentur
Svimjing: ALLAR skulu hava svimjiklæðir og handklæði við.
Fimleikur: ALLAR skulu hava skiftiklæðir og handklæði við. Vit vaska ikki hár, men skola kroppin. Við skifti klæðir meina vit:     At um møtt verður upp í klæðum at gera fimleik í, so mugu tær hava eitt annað sett at skifta í aftaná.
Ella kunnu tær hava klæðir at gera ítrótt/fimleik í við.
Tað er umráðandi at hava klæðir og handklæði við, soleiðis at genturnar kunnu luttaka í undirvísingini.
Tær, ið ikki hava klæðir og handklæði við, skulu út at ganga ein túr í staðin.
Um tað av eini hvørji orsøk ikki ber til at luttaka skulu foreldur/verji boðað læraranum frá (Maria Isaksen 258647).
Vinarliga
Anna Elisabeth og Maria

LIĐ Í ÍTRÓTTI

ítróttur 3.fl holdini.pdf

Talgildar uppgávur til roknibøkurnar.

Rokning 3A

Rokning 3B

Pennahúsin

Nú nýtt skúlaár byrjar, er gott um øll gera eitt "pennahúseftirlit", soleiðis at øll hava tey amboð tøk í skúlataskuni, sum  tørvur er á.

Hetta eigur ALTÍÐ at vera í pennahúsanum:

  • Í minsta lagi tveir spískaðir blýantar
  • Viskileður
  • Blýantsspískari
  • Linjál
  • Saksur
  • Límstift
  • Litblýantar
  • evt. tussjfarvir

Jórun Høgnesen: føroyskt, evning, kristni, søga og floksinstíma.

Hanna Ovadóttir: støddfrøði, danskt, nátt/tøkni.

Jákup Mikkelsen: enskt og FitFirst

Diana Asbjørnsdóttir: 4. lærari í støddfrøði

Ítróttur: Petur Páll Mikkelsen,  Anna Elisabeth Gøte, AJ og JKA 

Handaverk og list: MaI, GD, MHa, Sonja úr Fugloy