Ársroyndir

Á heysti og á vári eru 8. og 9. flokkarnir til skrivliga roynd. Royndirnar eru í føroyskum - framseting og fyrisøgn, donskum - framseting og fyrisøgn, rokning - fimisrokning og greiðslurokning og enskari framseting/mállæru.

Í mai/juni fara 7. og 8. flokkarnir til skrivliga og munnliga ársroynd. Skrivliga verða tey roynd í føroyskum - framseting og fyrisøgn, donskum - framseting og fyrisøgn og støddfrøði - fimisrokning og greiðslurokning. Tó fer 8. flokkur eisini upp í enskari framseting/mállæru.

Munnligu ársroyndirnar hjá 7. og 8. flokki verða ásettar av leiðslu skúlans. Vanliga eru tær 3-5 í tali.