Flokkar
- Myndasavn

Bovling týsdagin 29. septembur 2020

Í dag hevur 8.b verið í Leirvík og bovlað.
Túrurin hevur verið ávegis í langa tíð. Ætlanin var at fara, áðrenn Korona kom, so nú var at bera skjótt at, meðan møguleikin var har.

Meðan vit koyrdu gjøgnum undirsjóvartunnilin, hoyrdu vit í Kvf, at streymurin var farin um alt landið, so tað boðaði ikki frá góðum, og vit ímyndaðu okkum, at alt fór í vaskið. Men túrurin eydnaðist sera væl og starvsfólkini í bovlinghøllini vóru so blíð við okkum. Tey bjóðaðu okkum at vera har, hóast streymloysi.

Streymurin kom aftur, og so var farið í gongd við at bovla og fyrireika matin.

Ein góður túrur við alvorliga fittum næmingum. Vit vilja takka foreldrum, sum koyrdu og starvsfólkunum í bovlinghøllini fyri at dagurin eydnaðist og var so góður.

Lívfrøði - kropskyknur, kynskyknur og kromosom

7. floksnæmingar skulu læra um kyknur og kromosom, og tá hetta er heldur óítøkiligt at tosa um og vísa á, so eru góð ráð dýr.
Í hesum aldrinum eru ikki øll komin hartil, at tey skilja abstrakt, og tí er gott, um evnið ella undirvísingin kann vera so ítøkilig og "hands on" sum til ber. Her hava næmingarnir so lært um kropskyknur, kynskyknur og kromosom og kynskromosom á ein kreativan hátt. Fyri at visualisera hetta, brúktu vit tógvendar, pappír, lím og litblýant

Lívfrøði - at kryvja, flekja og undrast

Í dag hevði 7.b um fiskalikamið. Pápi Duritu var á vágni í gjár og fiskaði okkum nakrar fiskar, sum vit so arbeiddu víðari við í dag. Næmingarnir skuldu leggja merki til útsjónd og virkið hjá fiskinum. Teir skuldu kryvja fiskin og taka innvølin úr og seta navn á organini. Næmingarnir vóru forvitnir og kannaðu fiskin gjølla. Eisini bleiv eygað kannað. Tað, sum kanska var mest spennandi, var at finna útav, hvat fiskurin hevði í maganum. Her var ein rúgva av smáum krossfiskum. Fiskarnir á borðinum vóru toskur og makrelur. Ein læruríkur og áhugaverdur tími.

Dagstúrur á Viðareiði

Tá foreldrini høvdu koyrt okkum norður til Viðareiðis, gingu vit niðan í Garð. Har hoyrdu vit søgnina um Útiløgudreingirnar á Viðareiði, siðan gingu vit oman gjøgnum kirkjugøtuna og oman á helluna, har vit vóru eina løtu.
Vit fóru eisini í gamla kirkjugarðin, har mæti Guttormur í Múla liggur grivin og Harra Jónas, maður tiltiknu Beintu. Her hoyrdu vit um okkurt kynstrið hjá Guttormi, tá hann mátti hjálpa prestinum, sum ikki fekk frið fyri burturbeinda barninum hjá arbeiðsgentuni, sum átti barnið uttanfyri hjúnalag.
Herfrá gingu vit so niðan í Heygatún, har vit sóu "Stein Rivdrongur", sum er eitt minni um dreingin, sum var áhalsin í berginum og breyt seg sundur til deyða. Drongurin sigst verða so glaður, tá hann slapp við at fleyga, at hann í einum leyp upp á steinum, sum er høgur.
Eftir hetta vóru børnini á spæliplássinum við skúlan ella í Spónhyli, til vit fóru at eta pitsaflutes og kaku. So var prát og hugni fyri rest, inntil foreldrini komu at avheinta børnini. Ein góður fyrrapartur og veðrið var so einastandandi gott.

Dagstúrur í Nólsoy

Vit høvdu ein fínan túr í Nólsoy í dag. Tað var eisini óføra gott í svimjihøllini í Gundadali. Vit høvdu gott kunna brúkt meiri tíð í báðum støðum, men ein fínur dagur. Tykkara børn eru fitt!

Myndir frá túrum, í góðveðrinum, í mai 2018 :)

4.b vitjar Føroyaprent og Nám