Skapandi evnisdagar - vár 2024

15. mars 2024

Góðir skapandi evnisdagar

 

Í tríggjar samanhangandi dagar hava vit havt skapandi evnisdagar á Skúlatrøð. Evnið var kelidjór.

 


Dagarnir hava verið fyltir við hugnaligum, skapandi og fakligum løtum, har hvør dagur byrjaði við morgunsangi og felags kunning.

 


Fakliga innihaldið hevur verið faklig lesing í krabbabókunum Mítt kelidjór - Kanin og Vandamikil djór og arbeitt var í arbeiðsbókunum til hesar.

 


Skapandi innihaldið hevur verið fjølbroytt. Her hava næmingarnir havt mynd við av einum kelidjóri tey eiga ella kenna og gjørt ein profil á pappír. Eisini hava tey gjørt ein instagramprofil til kelidjórið og teknað postar hjá viðkomandi.

 

Eisini hava næmingarnir gjørt minnisspæl, har myndirnar vóru av teknaðum djórum, og so hava tey gjørt nógvar krabbagággur, sum tey hava litað og skrivað ymiskt í. 

Eitt, sum næmingunum dámdu serstakliga væl, var at gera origami. Her gloymdu tey seg veruliga burtur. Tey funnu allar møguligar figurar á youtube og gjørdu eftir vegleiðingini. Stuttligt at síggja, hvussu gott handalag nógv hava og hvussu dugnalig øll vóru.

 


Í onkrum flokki vitjaði okkurt foreldur við eini silkihønu og har børnini kundu kína hønuni og merkja mjúku fjarðarnar. Tað var stuttligt.

 


Stóra og endaliga úrslitið seinasta dagin var eitt stórt lørift, sum var taglað við kettum, sum næmingarnir høvdu teknað. Eitt lørift í hvørjum flokki. Allar ketturnar við hvør síni útsjónd og persónligheit, júst sum næmingarnir.

 


Tríggir hugnaligir, læruríkir og skapanargóðir dagar, har børn og vaksin hava gloymt tíð og stað.

 


Alt væl lagt til rættis av fyrireikingarbólkinum, takk fyri!