Gleðiligar páskir

22. mars 2024

Páskaheilsan frá 5.d, sum hevði morgunsangin í morgun.

 

Í morgun hevði 5.d eina framløgu um páskadagarnar, sum vit nú fara at hátíðarhalda.

Tey høvdu teknað myndir til hvønn dag saman við einum stuttum upplestri.

 

Her er teksturin, myndirnar og eitt filmsbrot.

 

Pálma sunnudagur

Pálmasunnudagur er nú sunnudagin.

Tá minnast vit, at Jesus kom ríðandi inn í Jerusalem á einum esli.

Fólkini vóru glað og veittraðu við pálmagreinum.

 

Skírisdagur

Skírisdagur er hósdagin um eina viku.

Tá minnast vit, at Jesus og lærusveinarnir ótu páskalambið.

Meðan teir ótu, tók Jesus breyðið og signaði tað og breyt tað, gav lærusveinunum tað og segði:

“Takið, etið! Hetta er likam mítt.”

 

Langi fríggjadagur

Langi fríggjadagur er um eina viku.

Tá minnast vit, at Jesus varð krossfestur.

Jesus varð krossfestur ímillum tveir ránsmenn.

Áðrenn Jesus doyði, rópti hann:

“Gud Mín, Gud Mín! Hví ert tú farin frá mær?”

 

Páskadagur

Páskadagur er sunnudagin um eina viku.

Tá minnast vit, at grøvin var tóm, tí Jesus var risin upp.

Hann var livandi.

Tí bróta vit páskaregg.

Eggið brotnar sum grøvin, og høsnarungin er mynd uppá lív.