Telda og miðlar í 6. flokki

6. mai 2024

Telda og miðlar í 6. flokki

 

Í vallærugreinini telda/miðlar hava næmingarnir tikið gamlar teldur sundur. Tað er altíð spennandi at síggja, hvat goymir seg innan í telduni.

 

Næmingarnir vóru ógvuliga hugtiknir av øllum lutunum, ið teldan er sett saman av, bara skermurin er settur saman av yvir 6 ymiskum "skermum. Allir lutirnir hava týdning og eina serstaka uppgávu, so áhugavert er at finna út av, hvønn leiklut, hvør lutur hevur.

 

Her kunnu næmingarnir sita og fongslast við telduna og pilka hana sundur í smábitar. Her kunnu teir so eisini undrast um tólið, sum flest allir kenna til, men lítið og onki vita um, innaní.

 

Møguliga verður ein av hesum næmingum teldufrøðingur um nøkur ár.

 

Livst so spyrst.