So brast fyri nev

7. mai 2024

So brast endiliga fyri nev í einari skúlastovu á Skúlatrøð.

 

Tað hava verið 26 ógvuliga spentir næmingar, og allarhelst eisini í minsta lagi tveir spentir lærarar, í skúlastovuni hjá 4.a seinastu tríggjar vikurnar. Tey hava øll bíðað við spenningi eftir, at tað fór at bresta fyri nev. Í gjár varð so ein øgiligur rómur, og gleðin var stór, tá fyrsta eggið brast fyri nev.

 

Í lærugreinini náttúra og tøkni hevur flokkurin nevniliga arbeitt við at klekja høsnaregg. Fyri trimum vikum síðani løgdu tey 27 egg í klekingarmaskinuna hjá skúlanum. Eggini høvdu tey fingið úr Leirvík, frá Norðskála og av Gravarbø.

 

Eggini vóru løgd í klekingarmaskinuna, sum var innstillað við røttum hita og vætu. Tá eggini høvdu ligið einar 10-12 dagar í maskinuni, vóru tey gjøgnumlýst fyri at kanna eftir, um tey vóru stropað og um lív var í teimum. Tað vísti seg, at 6 egg ikki vóru stropað, og tey vóru so burturbeind.

 

Klekingarmaskinan vendir eggunum sjálv, men næmingarnir skiftust um at væta eggini og syrgja fyri, at vætan inni í maskinuni var sum hon skuldi.

 

Í gjáramorgunin brast so endiliga fyri nev hjá tí fyrsta, og í kvøld eru meir enn 10 ungar komnir út. Jona riggaði eitt øki til í skúlastovuni, har høsnarungarnir koma at vera í nakrar dagar. Tað er umráðandi, at ungarnir hava rættan hita, og tí hava teir fingið eina hitaperu, sum hongur uppi yvir teimum.

 

Hetta hava verið nakrir ógvuliga spennandi skúladagar fyri flokkin, og komandi dagarnir verða ikki minni spennandi, tí nú skulu ungarnir hava eta og passast, so teir kunnu vaksa seg stórar og sterkar. Eisini má økið haldast reint, so tað ikki fer at lukta.

 

Ein slík lærutilgongd er góð, tí hon er fjølbroytt og fevnir vítt. Hon tekur tað praktiska saman við tí ástøðiliga, og næmingarnir fáa egnar upplivingar og royndir. Við hesum tilogna teir sær evnið og gongdina munabetri, enn um teir bara hoyrdu um hetta frá lærarunum.

 

Næmingarnir vóru samdir um, at tað er sera stuttligt og spennandi at hava høsnarungar og at hava fylgt teimum hesar tríggjar vikurnar.

 

Her liggja myndir og ein stuttur filmur