SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
07. mai 2024
So brast fyri nev
06. mai 2024
Telda og miðlar í 6. flokki
05. mai 2024
Matarskráin fyri viku 19
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Kalsoy 17. juni 2020

Vit byrjaðu dagin á Trøllanesi. Har vóru vit í kioskini og keyptu okkurt lekkurt. So hoyrdu børnini søgnina um, hví bygdin hevur fingið navnið Trøllanes. Vit fóru so við bussinum til Mikladals. Har ótu vit matpakka í skúlanum, og síðani fóru vit oman til kópakonuna. Har fingu børnini søgnina um kópakonuna og komin niðanaftur spældu tey í bygdini. Onkur royndi roysni við at lyfta marjunar hav, men enn eru vøddarnir ov smáir. Vit fóru síðan niðan á vøllin, og harfrá niðan í viðarlundina. Veðrið var sera gott og børnini hugnaðu sær óført.