Mítt hjarta pumpar fyri tær
Nei, hjartað pumpar kanska ikki fyri tær, men tá ið hjartað slær ella pumpar, so gevur tað ein puls. Pulsurin sigur okkum samstundis, at vit liva. Vit kunnu merkja pulsin t.d. við at leggja fremsta fingur eitt vet undur oyrað ella fingrarnar niður á innara skøvningin. Vit siga, at pulsurin kann vera vanligur, høgur ella lágur.
Uppgávan, sum 7. flokkur gjørdi fríggjadagin, var at vita, hvussu kroppslig rørsla ávirkar pulsin. Tey skuldu telja pulssløgini ávíst tíðarbil, so sum hvílipuls, hvussu pulsurin fór upp, tá ið tey gingu ella runnu í trappunum ella gingu og runnu eftir sløttum. Eisini runnu tey niður trappurnar.
Við sær høvdu næmingarnir eitt pappír at skriva á og blýant, har tey skrivaðu, hvussu høgur ella lágur pulsurin var. Tað er ymiskt, hvussu pulsurin verður ávirkaður, og tað er eisini ymiskt, hvussu væl næmingarnir eru fyri og orka at røra seg.
Inni á heimasíðuni hjá Hjartafelagnum siga tey, at 29. september er altjóða hjartadagur. Tað er dagurin, tá vit øll kunnu minna hvør annan á at hugsa við hjartanum og at taka atlit til hjartað og hjartaheilsu í gerandisdegnum.
Eisini spyrja tey, um vit vita,
- at hjartað slær umleið 35 milliónir ferðir um árið
- at hjartað pumpar umleið 5-7 litrar av blóði kring likamið um minuttin, sum er umleið 7200 litrar um dagin
Tað er áhugavert!
So verið virkin sum 7. flokkur og verið góð við hjartað, og hugsið um at hava góða hjartaheilsu <3 Hvat góð hjartaheilsa er, er upplagt at taka upp í tímanum :)






