Norðurlendskt samstarv "Nordens dage"

Hesa vikuna hava allir 8. floks næmingarnir á Skúlatrøð samstarvað við 8. floks næmingar úr hinum Norðanlondunum.

Hvønn dag hava næmingarnir fingið ymiskar uppgávur á alnótini, umframt at tey í bólkum hava gjørt filmar um ávís evni - filmarnir eru allir lagdir út á eitt lokað forum, soleiðis at samstarvsflokkarnir í hinum londunum hava hugt og viðmerkt filmarnar.

Næmingarnir vóru flestir samdir um, at hetta vóru nakrir stuttligir og annarleiðis skúladagar, har fleiri persónlig mørk eru brotin.

Her eru nakrar myndir frá døgunum, umframt ein filmur frá einum av bólkunum.