Vetrarveitslan hjá 7. flokkunum

26. novembur kl. 17 varð boðið til vetrarveitslu í niðara skúla. Veitsluklødd og í góðum lag hildu vit á í fleiri tímar við mati, dansi, 'chill out' og undirhaldi. Sigast kann ikki annað, enn at veitslan var sera væleydnað. Takk fyri eitt frálíkt kvøld øll somul!