Læra søgugongd við at lesa upp

6. flokkur arbeiðir við søguni "Durita hevur hala", har næmingarnir skulu læra at viðgera søguna.

Hesa løtuna varð tosað um søgugongdina. Næmingarnir høvdu lisið søguna heima, og lærarin hevði nú givið teimum hvør sín lítlan lepa við broti úr søguni á. Síðani fóru tey út á torgið at lesa ein og ein.

Uppgávan var hoyra, hvat júst títt brot hoyrdi heima. So varð byrjað, og næmingarnir máttu fylgja væl við, tí tá hann helt, at sítt egna brot átti at koma, skuldi hann stilla seg undir liðina á tí, sum júst hevði lisið og síðani at lesa víðari.

Gott og áhugavert arbeiði.